Kriminaliteturi ikki ein stórur trupulleikin í Føroyum

? Tað hevur verið ein avbjóðing at vera sorinskrivari í Føroyum, sigur

Joen H. Andreasen. Mikudagin hevði hann sín síðsta arbeiðsdag á dómaraskrivstovuni

 

Farvæl


? Tað hevur spennandi at vera í Føroyum. Men nú eru árini blivin so mong, at tað er tíð at leggja frá sær.

Mikudagin hevði Joen H. Andreasen sín síðsta arbeiðsdag sum sorinskrivari í Føroyum.

Henda dagin varð móttøka í sambandi við at hann legði frá sær og har nýtti nógv fólk høvi til at støkka inn á gólvið at biðja honum farvæl.

Hósdagurin var fyrsti dagur, hann ikki var á skrivstovuni og tá fingu vit eitt lítið orð á hann.

Dómarin, sum hann vanliga verður nevndur, varð tilnevndur sorinskrivari í Føroyum tann 1. desember í 1977, tá ið hann tók við eftir tann vælkenda Opperman.

Sostatt hevur hann havt embætið í gott 23 ár og nú er hann eisini komin í ein aldur, har hann heldur, at tað er tíð at leggja frá sær.

?Hesi árini, sum sorinskrivari, hava verið ein spennandi avbjóðing, sigur hann.

Hetta er eitt lítið samfelag og onkur kundi hildið, at tað var óheppið at seta ein føroying í eitt slíkt starv, tí viðurskiftini eru so smá.

Men tað heldur Jógvan Andreasen ikki.

? At eg havi verið sorinskrivari í Føroyum er væl ikki øðrvísi enn tað er hjá einum dana at vera dómari í einum lítlum, donskum býi. Hjá báðum kann tað henda, at vit møta fólki, vit hava dømt, á gøtuni. Tann, sum hevur verið leingi í einum slíkum starvi, kemur eisini óivað at kenna nógv fólk. Men eg kann ikki siga, at hetta hevur volt mær trupulleikar.

Tvørturímóti heldur hann, at tað hevur verið ein fyrimunur at vit hava havt ein sorinskrivara, sum er føddur og uppvaksin í Føroyum, tí tað gevur honum eyðvitað betri innlit í serlig, føroysk viðurskifti.

? Tað, at ein føroingur varð settur í hetta starvið, var nakað nýtt, tá ið eg tók við. Men eg havi eg sæð mítt starv sum eina avbjóðing og kanska eisini sum fyrsta stigi til at broyta gongdina, so at eisini hetta verður eitt øki, har føroyingar skulu kunna brúkast, sigur Jógvan Andreasen.

Men hann sigur eisini, at eitt, sum hevur verið rættiliga avgerandi, er tað málsliga.

? Hóast allarflestu føroyingar duga væl danskt, haldi eg, at tað er næstan neyðugt, at dómarin í minsta lagi skilir føroyskt fyri at kunna røkja starvið til fulnar.

?Hjá nógvum fólki, sum skulu møta í rættinum, er tað fyrstu og einastu ferð í lívinum, at tey koma í tað støðuna. Og hjá summum stendur rættiliga nógv á ímeðan tey eru í rættinum, og tá haldi eg at tað er ein fyrimunur at dómarin tosar, ella í hvussu so er skilir, føroyskt.


Ikki tann stóri trupulleikin

Hann sigur, at hesi síðstu árini, hann hevur verið sorinskrivarin, er arbeiðsbyrðan ógvuliga nógv vaksin.

Serliga í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, vaks arbeiðsbyrðan óhugnaliga nógv.

? Ein stórur partur av vinnulívinum fór á heysin og tað vóru nógv, slík mál, eitt nú nógv trotabúgv, at gera upp o.s.fr. So hóast nógv mál vóru innkrevjingarmál burturav, vóru eisini nógv mál, sum skuldu í rættin. Men tey málini eru síðani fallin nógv í tali síðani.

Hinvegin heldur hann ikki, at kriminaliteturin vaks í kreppuárunum

Yvirhøvur heldur hann, at kriminaliteturin er ikki tann stóri trupulleikin í Føroyum.

? Vit hava ikki tann kriminalitetir, sum tey hava í øðrum londum. Tann kriminaliteturin, sum hevur verið, er sum heild ikki av so álvarsligum slagi. Eitt nú er ikki so nógvur harðskapur í Føroyum. Sjálvandi eru mong mál við harðskapi í rættinum, men tað eru mest mál, har fólk eru komin til ilnar í fyllskapi og hvørt av sínum . Men hetta, at friðalig fólk, brádliga verða álopin á gøtuni, hava vit ikki havt nógv av æi Føroyum.

Tó vísir dómarin á, at siðamisbrotini eru blivin væl fleiri í tali hesi seinastu árini.

? Men tað er ikki vist, at tað er tí, at hetta slagið av kriminaliteti er so nógv økt í seinastuni. Hann kann eisini hava verið fyrr. Orsøkin til at sakarmálini eru so nógv vaksin, kann vera tí, at fyrr komu hesi málini ikki fram í ljósið.

Jógvan Andreasen sigur, at hesa tíðina, hann hevur verið sorinskrivari, hevur hann havt trý drápsmál.

? Saman við málunum um siðamisbrot, eru drápsmálini tey ringastu málini eg havi havt og tey, sum vóru truplast at taka støðu til. Men tað var so eisini eitt arbeiði, sum skuldi gerast.


Harðari revsingar

Í Føroyum fylgja vit føroyskari rættarsiðvenju. Tað vil so eisini siga, at í Føroyum er sama revsing fyri ymsum lógarbrot, sum í Danmark.

Men tað er eitt undantak, og tað er narkotikakriminalitetur.

?Í slíkum málum havi eg frá fyrsta degi lagt eina linju, sum eitt sindur harðari enn rætturin í Danmark hevur lagt. Mín áskoðan er, at eisini rættarskipanin eigur at gera, hvat hon kann, fyri at vit skulu sleppa undan hesum trupulleikanum í Føroyum.

Mál, sum verða avgjørd í Føroya Rætti, kunnu kærast fyri landsrættinum. Men, Jógvan Andreasen sigur, at hvat narkotikamálum viðvíkur, hevur landsrætturin góðtikið, at dómarnir í Føroyum eru harðari, enn teir eru i Danmark.

- - - -

Nú Jógvan Andreasen er farin frá sum sorinskrivari, fer hann at halda feriu. Men 1. mai tekur hann við einum øðrum starvi, sum helst ikki verður minni avbjóðandi enn tað at vera sorinskrivari.

Tá byrjar hann nevniliga í starvinum sum løgtingsins umboðsmaður. Tað er ein nýggur stovnur og tað kemur sostatt at verða hansara lutur at byggja hann upp.