Kriminaliseringin av borgarunum heldur fram!

Fleri forboð – størri trygd!

Bjørn á Heygum
---

Tað ljóðar so gott alt samalt hvørja ferð okkara lóggávuting setur alt fleiri og fleiri forboð í verk fyri at økja um trygdina hjá einstaka borgaranum.
Tað, at ongin væl saktans kann hava nakað ímóti øktari trygd og betur verju móti skaðatilburðum, er reyði tráðurin og tann avgerandi argumentation, sum hvørja ferð skal bera hesi nýggju og alt meira fjøltáttaðu forboðini ígjøgnum okkara ting, eins væl og onnur parlament.
Er onkur ímóti, so verður hann beinanvegn skírdur at verða óansvarligur, fyrilitaleysur og ikki at sýna neyðug atlit til allar hesar íbornu vandar, sum eftir øllum at døma hópa seg upp framman fyri okkum.
Hetta, at formyndarasamfelagið í alt størri og størri mun skal taka ábyrgdina av lívinum hjá tí einstaka við at seta í verk alskyns eftirlitsskipanir og trygdarreglur, - og ikki at forgloyma at verja borgaran móti sær sjálvum, - er eitt rættuliga sterkt rák sum liggur í tíðini.

Mótstøðumenninir í øvutan bás
Tú verður altíð settur í beint øvutan bás, tá tú roynir at rópa varskó og steðga hesi forboðsbylgju, nevniliga - at tú ikki ynskir at fyribyrgja vanlukkum, - at tú ikki ert umhvørvisvinarligur, - at tú ert fyri harðskapi, - at tú tekur undir við heilsuskaðiligum virksemi os.fr.
Mótstøðumenninir av hesum alt meira og meira sofistikeraðum forboðum koma hervið í eina margháttliga andstøðu til øll hesi sokallaðu “gagnligu” tiltøk. Fíggindamyndir verða skaptar, og eitthvørt mótmæli móti hesi útbreiddu kriminalisering av ikki politiskt korektum atburði, verður kvalt í føðingni.

Smáir marginalar
Vit vita av royndum, at tá tað snýr seg um at trýsta á avtrekkjarin, og seta nýggj bann í verk, tá eru marginalarnir sera smáir, og erkvisni stórt.
Ofta er tað ein evarska lítil minniluti, sum við sínum til tíðir óforsvarliga atburði, sum setur dagsskránna.
Tað vil so vera, at onkur hendingaferð er úti fyri einum óhappi orsaka av gáloysni og skrumblutari framferð, sum kundi verið umgingið við størri varðsemi.
Loysnin hjá politisku elituni og akademiska baklandi teirra er tó altíð tann sama, at framleiða nýggj forboð og at skerja persónliga frælsi hjá ti einstaka.

Loysnin er økt eftirlit og fleiri revistiltøk
Ein áhaldandi og útbreidd kriminalisering av borgaranum tykist at vera loysnin upp á øll mistøk og allar lívsins dáragerðir.
Samfelagið tekur sær leiklutin sum tann persónligi leiðvísarin og boðberin, og til tess er neyðugt við einum framhaldandi øktum eftirliti og alsamt fleiri og meira útbreiddum revsitiltøkum. Bert á henda hátt kann tann einstaki skal fylgja tí fyrimyndarliga atburðinum, sum hesin betrivitandi og lýtaleysi staturin hevur definerað, sum tann einasta rætta.

Promillur
Áhugavert var at fylgja kjakinum herfyri um at seta hægstamark fyri, hvussu nógvar promillur ein kundi hava í blóðinum í samband við sigling uttan at blíva revsaður.
Í hópframleiðsluni av forboðum og revsitiltøkum vildi Johan Dahl, landsstýrismaður ikki standa aftan fyri aðrar.
Onkur hevði verið fyri einum syndarligum óhappi í samband við eina bátastevnu vegna rúsdrekkasigling, og og nú skuldi hesin trupulleiki loysast eina ferð med alla - og sum ikki eina ferð og ógviliga typiskt - við at seta í verk enn fleiri avmarkingar, og enn strangari reglur.
Hetta skuldi gerast við at broyta løgtingslóg um trygd á sjónum, soleiðis at promillumarkið varð sett til einans 0,2 – sama sum á vegnum, har tú koyrir við 100 km/t, og ert hálvan metur frá næsta bili tá tað er mótgangandi ferðsla! Proportinaliteturin má í øllum førum sigast at vera í lagi hjá Johan Dahl – her er onki at fara skeivur av.
At hava eina revsiáseting í lógini um, at bannað er honum at føra skip ella bát, sum er ávirkaður so mikið, at viðkomandi ikki kann føra bátin ella skipið á fulltryggan hátt, - sýnist als ikki at vera nóg mikið – langt ífrá!
Sagt var, at bert á henda hátt kundi man vera rímuliga vísur í, at hetta ikki hendi aftur! - Ja hvør skal siga!
Nú fáa vit so at síggja!

Eitt alsamt størri kontrolapparat neyðugt
At hvør maður, sum drekkur sær eina vanliga øl undir sigling gjørdist lógbrótari, og eitt útbreitt kontrolapparat og munadygt løgregluarbeiði á sjónum var neyðugt fyri at handheva hetta forboð í verki, - tað sær man stórt uppá!
Hetta minnir ikki sørt um sonevndu knívlógina í Danmark, har vanligir handverkarar, fiskimenn og bóndur, meira ella minni gjørdust kriminellir allir samlir, tí teir í sínum dagliga yrki høvdu fyri neyðini at brúka ein knív, sum var longri enn tað av teimum “klóku” í fólkatinginum ásetta evstamark upp á 7 cm.
Avgerandi var væl saktans at fáa nøkur stig á politiska teljaran til eitt komandi val, tá bann og revistiltøk fyri at økja enn meira um evstu marginalarnar í sokallaðu trygdini, higartil í hvussu er hevur verið populerur politikkur millum veljararnar.

Serundirvísing í høglbyrsu
Kári P. Højgaard vil heldur ikki standa aftanfyri í forboðsherðindunum, og er nú á bananum við einum uppskoti um herðing av vápnalógini, har tað nú verður sett sum ófrávíkiligt krav,at øll sum hava brúkt eina høglbyrsu alt sítt lív, skulu til regluliga serundirvísing. Eisini er ætlanin, at ein hvør sum hevur arvað ein forladara frá forfedrunum nú skal hava skyldu til at lata henda inn til løgregluna innan ávísa tíð, annars er viðkomandi borgari eisini at meta sum djúpt kriminellur.
Náðiliga hevur Kári P. Højgaard givið teimum amnesti, sum skunda sær at lata inn sínar antikku lutir innan ávísa tíð, - tí sum tað verður sagt, - so sleppa hesi fólk undan revistiltøkum frá tí almenna, og tað er jú vorðið eitt satt priviligium í hesum forboðstíðum!
Spurningurin er so bara, um mangar av hesum evarska smáu økingnum í trygdini – sum oftast bert kunnu mátast í promillum, og sum innibera so nógvar avmarkingar í persónliga frælsinum, veruliga økja so nógv um lívsdygd og eydnusælu hjá tí einstaka, at hetta er allan ómakin, eftirlitið og kostnaðin vert?. - Eg ivist stórliga!