Kriminalforsorgin: Síggja alsamt fleiri heimleys ung

Tað vekir áhuga at síggja, at fleiri av teimum ungu, sum enda í rættinum fyri ymisk lógarbrot, hava verið har mangan áður og at síggja til enda ferð eftir ferð sama stað - hjá ákæruvaldinum. 

 

 

Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminalforsorgini sigur, at sum heild er kriminaliteturin millum ung minkandi, men tað eru marginaliseraðir bólkar av ungum, sum fremja ógvusligari kriminalitet nú. 

 

 

- Ein broyting, sum vit merkja í Kriminalforsorgini er, at tað eru alsamt fleiri heimleys ung, sum enda hjá okkum. So búgva tey kanska hjá skiftandi vinfólkum, fara í ball og vera hangandi í nakrar dagar. Ja, tað letur til, at tey leggjast har tey kunnu, so leingi tey sleppa, sigur Elkin Klettheyggj. 

 

 

Les meira um málið í Vikuskiftis Sosialinum, har vit eisini fara afturum øksaálopið á Landavegnum, sum mundi kosta einum manni lívið, og sum hevur leitt til, at fýra ungdómar eru skuldsettir fyri drápsroynd.