Eva Elisabeth Marklund vaks upp í lítla býnum Pålmark har norðuri í Svøríki.
47 ára gamla Liza Marklund býr í Spania saman við manni sínum Mikael.
Marklund er serliga kend fyri krimisøgurnar um Annika Bengtzon, sum eru týddar til 30 ymisk mál.
Seinastu bókina hevur Marklund skrivað saman við kenda amerikanska rithøvundanum James Patterson. Bókin kallast Postkortmordene.
Hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sín skaldskap – eitt nú Glaslykilin fyri bestu norðurlendsku krimibók í 1999.
Liza eigur sjálv í útgávufelagnum Piratforlaget, sum gevur hennara bøkur út.
Sambært Publishing Trends vóru bøkur hjá Marklund millum mest seldu bøkur í heiminum í 2002 og 2003.
Tvær av bókunum um Annika Bengtzon eru gjørdar til film. Hesir filmar vóru frumsýndir í 2001 og 2002.
Framleiðslufelagið Yellow Bird hevur keypt rættindini til at filmatisera seks av bókunum um Annika Bengtzon. Ætlanin er at fara undir filmsupptøkur seint í ár.
Í 2004 gjørdist Liza umboðskvinna fyri UNICEF – ST-stovnin, sum arbeiðir fyri korunum hjá børnum.










