Bókastríð
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Tær duga ikki at skriva og skaða sannan skaldskap, ljóða atfinningarnar móti sokallaðu svensku krimidrotningunum frá teirra mannligu starvsfeløgum.
- Øvundsjúkir, sjálvuútnevndir skaldakongar, ið ikki tola, at vit selja fleiri bøkur, enn teir, svara krimidrotningarnar aftur.
Soleiðis hava ákærurnar fokið gjøgnum luftina á svenska bókapallinum síðani tíðliga í summar. Serliga eru tað metseljandi krimidrotningarnar, Liza Marklund og Camilla Läckberg, ið hava staðið fyri skotum, men eisini vælumtóktir krimihøvundar sum Mari Jungstedt, Inger Frimansson og Anna Jansson hava fingið sítt. Felags fyri tær er, at tær eru kvinnur og verða ákærdar fyri at skriva so vánaliga, at tað er synd og skomm og ikki minst oyðileggjandi fyri rithøvundayrkið yvirhøvur.
Eitt slag av porno
Hóast mest persónligu og larmandi álopini í orrustuni ivaleyst hava havt størst undirhaldsvirði, er tað nokk meir áhugavert at hyggja nærri at grundgevingunum hjá til dømis lektaranum Per Bjørnar Grande.
Grande ásannar, at tað neyvan finst nakað klassiskt verk, sum ikki inniheldur krimielement. Hann vísir á, at morð, øvundsjúka og girnd altíð hava verið høvuðstilfarið í skaldsøgusjangruni. Í so máta eru bæði skaldsøgurnar hjá Dostojevski og harmleikirnir hjá Shakespeare á tremur við krimitilfari.
Trupulleikin er, at krimisjangran reindyrkar morðið og setir tað inn í eina tronga skipan, sum er altið er eins og eins løtt at spáa um. Krimisøgur líkjast tí klassisku skaldsøguni á sama hátt, sum porno líkist kærleikssøgum. Høvundurin sleppur tí fjølbroytta og savnar seg bara um morðið ella kynsgøgnini. Sambært Grande gongur øll lesingin tí út uppá at flyta seg skjótt frá einum stað til eitt annað fyri at varðveita spenningin. Meir ambitiøsir rithøvundar tora hinvegin at dvølja við hugleiðingar, sum fáa eitt virði í sær sjálvum í mátanum, tær royna at kaga inn í menniskjasálina.
Sum sjónvarpskokkar
Sambært Grande ber tað ikki til at skapa góðan skaldskap innan trongu og tugdu krimikarmarnar. Endurnýggjan av skaldskapi er oftast úrslit av, at sjangran kennist ov trong til at siga tað, ein vil siga. Men í staðin fyri at royna at spreingja trongu karmarnar, skerja krimihøvundar upplivingar og hendingar, so at tær hóska inn í karmarnar. Grande vísir á, at hesir høvundar hava alt tilfarið, teir hava brúk fyri, men gera síðani sum sjónvarpskokkar: Teir snýta, kuta tilgongdir burtur, og út úr krimiovninum kemur rúkandi spenningur men onki innlit.
Onki nýtt
Hvussu er ella ikki, so er tað eftir øllum at døma slíkt, svenskir lesarar vilja hava. Krimibøkurnar troka støðugt aðrar bøkur av svensku metsølulistunum, og fleiri av sama slag leggjast til alla tíðina.
Sjálvar hava krimidrotningarnar hildið seg lutfallsliga tigandi í kjakinum. Camilla Läckberg hevur tó roynt at teppa atfinningarsomu røddirnar við at kalla tær nakað tvætl frá nøkrum gomlum monnum, sum kenna seg snýttan á onkran hátt. Mari Jungstedt hevur bert turrsliga viðmerkt, at tað sum so onki nýtt er í, at mannfólk ikki tola at verða yvirhálað av vælumtóktum, vøkrum kvinnum.
Ein av dyggu stuðlunum hjá krimidrotningunum hevur verið viðmerkjarin Linda Skugge, ið herfyri ikki legði fingrarnar ímillum, tá hon staðfesti at:
- Camilla Läckberg megnar kynstrið at skriva, so at ótrúliga nógv fólk vilja lesa tað. Loyndarmálið er ”sambond”. Fólk vilja sleppa at lesa um gerandisdagin og sambond millum menniskju. So góðtakið støðuna, allir tit uppblástu høvundar, ella byrjið at skriva eitt sindur betri, so fólk tíma at keypa tykkara bøkur.










