Tvey fólk, sum bæði arbeiddur fyri miðilin Fox News, eru deyð í útjaðaranum av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Tað skrivar Fox News og bretska BBC í dag.
Annar teirra var royndi krígsfotografurin Pierre Zakrzewski, sum áður eisini hevur verið sendur til aðrar brennideplar. Hann hevði støð í bretska høvuðsstaðnum, London, men hevði verið í Ukraina síðani februar.
Hin var 24 ára gamli journalisturin Oleksandra Kuvsjinova.
Tey bæði, sum arbeiddu saman undir stríðnum í Ukraina, doyðu, tá skotið varð eftir bili teirra í Horenka í útjaðaranum av Kyiv.
Eitt starvsfólk hjá Fox News, framleiðarin Yonat Friling, lýsir á Twitter ta 24 ára gomlu Kuvsjinova sum eina »vakra, djarva kvinnu«.
– Hon elskaði tónleik, var stuttlig, og hon var vinarliga. Hon var 24 ár. Hon hevur starvast saman við liði okkara seinasta mánaðin, og hon dugdi sera væl. Ærað verið minni hennara, skrivar hon í tweetinum.
Eisini myndamaðurin Pierre Zakrzewski verður fagnaður av Fox News.
– Pierre var ein krígsfotografur, sum tók myndir av næstan øllum altjóða søgum fyri Fox News. Líka úr Irak til Afganistan og til Sýria undir longu starvstíð síni hjá okkum, sigur stjórin hjá Fox News, Suzanne Scott.
– Brennandi hugur hansara og dugnaskapur var sera stórt, verður skrivað.
Ein bretskur Fox News journalistur var særdur í sama álopi, sum kostaði Pierre Zakrzewski og Oleksandra Kuvsjinova lívið.
Sunnudagin doyði eini amerikanskur journalistur í Irpin – ein forstaður til Kyiv, sum er illa raktur av krígnum. Journalisturin, Brent Renaud, arbeiddi við einum dokumentarprojekti um flóttar fyri blaðið Times.
Ein annar amerikanskur journalistur, Juan Arredondo, varð særdur.
Tveir aðrir ukrainskir journalistar eru eisini dripnir, síðani Russland hósnáttina 24. februar gjørdi innrás í grannalandið Ukraina.
Tveir dagar eftir innrásina vóru tvey starvsfólk hjá danska Ekstra Bladet rakt av skotum í Eysturukraina. Teir báðir, journalisturin Stefan Weichert og myndamaðurin Emil Filtenborg Mikkelsen, vórðu raktir, tá skotið varð eftir bili teirra.
Stefan Weichert varð raktur av skotum í økslina. Sambært blaðstj´ronaum á Ekstra Bladet, Knud Brix, breyt hann høkubeini. Emil Filtenborg varð raktur av skotum í leggin, lærið og ryggin.
Báðir teir donsku journalistarnir komu frá álopinum í Ukraina við lívinum.
/ritzau/AFP