Krígsfangin McCain gjørdist politisk ímynd

Amerikanski senatorurin og høgt heiðraða kríkshetjan John McCain, sum hevði krabbamein í heilanum, er deyður.

Amerikanski senatorurin og høgt heiðraða kríkshetjan John McCain, sum hevði krabbamein í heilanum, er deyður.

 

Hann kom við lívinum frá píning sum krígsfangi og var nærri enn tey flestu við at gerast amerikanskur forseti. Men í gjár andaði John McCain fyri seinastu ferð í heim sínum í Arizona.

 

Tað upplýsir skrivstovan hjá McCain sambært fleiri amerikanskum miðlum, so sum The New York Times.

 

Deyði hansara er endin á hørðum stríði ímóti ágangandi slagi av krabbameini í heilanum, sum plágaði senatorin í meira enn eitt ár.

 

Men tað er eisini endin á einum søguríkum lívi, sum førdi hann úr fongsulskliva í Hanoi í Vietnam og inn í Kongressina, har hann var limur í 35 ár.

 

Í 1967 varð McCain skotin niður yvir Vietnam, tá hann var flogskipari á einum amerikanskum bumbuflogfari. Tað kostaði honum seks ár sum krígsfangi undir ógvusligum viðurskiftum, áðrenn hann náddi væleydnaðu politisku lívsleiðina í USA.

 

Sjálvt um tað er meira enn 50 ár síðani, at hann mátti leypa úr brennandi flogfarinum í fallskíggja, fekk kríggið stóran týdning fyri lív hansara.

 

John McCain var sonur og abbasonur høgt heiðraðar krígsmenn. Tí var tað ikki løgið, at hann gekk somu leið innan amerikanska herin.

 

Her endaði hann sjálvur við at gerast ein høgt vird krígshetja. Tað hevur ført hann gjøgnum politiska virkið, har hann er serliga virdur vegna forsøgu sína.

 

Seinni gjørdist McCain ein raskur politikari, sum gjørdist kendur fyri sína karisma. Eisini her vaks hann í gradunum, og í 1987 kundi hann kalla seg fyri senator fyri Arizona.

 

Seinni – i 2000 – stillaði hann upp sum forsetavalevni sum forsetavalevni fyri Republikanska flokkin, men tapti ímóti George W. Bush, sum síðani gjørdist forseta í USA.

 

McCain kleiv longur upp í systeminum. Í 2008 gjørdist hann floksins forsetavalevni, men mátti leggja rygg til tap ímóti Barack Obama.

 

Sjálvt um sjúkan fekk fatur á vælumtókta politikaranum, fekk hon hann ikki at tiga. Síðstu árini gjørdi McCain seg bemerktan sum kritikari av Donald Trump, sitandi forseta í USA.

 

Hann hevur kallað Trump bæði naivan og egoistiska og ákært hann fyri at halda við einaræðisharrum.

 

Tá Trump tilnevndi Ginu Haspel til starvið sum nýggjur CIA-stjóri, vísti McCain sína ónøgd. Hann kritiseraði, at Haspel var operativur leiðari í CIA undir  George W. Bush, har píning eitt tíðarskeið var loyvd.

 

Og tá forsetin seinni møtti russiska leiðaranum, Vladimir Putin, á einum toppfundi í Helsinki í Finnlandi, var John McCain aftur klárur við eini viðmerking.

 

Hann umrøddi Trump sum »ein av mest nasvísu framferðum hjá einum amerikanskum forseta«.

 

/ritzau/