Kríggið um makrelin er vunnið

- Tað verður ógvuliga trupult at selja fiskin fyri líkinda prís, um vit ikki fáa eina avtalu í lag í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.

- Vit hava vunnið kríggið um makrelin, og nú er tíðin komin til at gera semju við hini strandalondini. 

 

Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Norðborg og Christiani í Grótinum.

 

Hann vísir á, at nú føroyski parturin er komin har til, sum vit ynsktu, er ógvuliga umráðandi, at ein semja fæst í lag fyri 2014.

 

- Tað eru bert smálutir, sum nú skilja partarnar, og tí haldi eg, at okkara fiskimálaráðharri, Jacob Vestergaard, eigur at fara ein túr til Brüssel, Noregs og Íslands, at gera enn eina roynd.

 

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at soleiðis, sum støðan er úti á marknaðinum og við ES-stongslinum, verður tað ógvuliga trupult við enn einum ári, har eingin avtala er millum strandalondini - við teimum avleiðingum, sum tað hevur við sær.

 

Hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við reiðaran hósdagin - við at trýsta á pílin undir myndini.