Kríggið í Afganistan á leikpall í Føroyum

”Jørðin er eitrað”, ið verður frumsýndur á Tjóðpallinum í kvøld, er ein nýggjur føroyskur leikur um upplivingar hjá føroyskum soldátum í Afganistan. Ein søga, sum kanska tykist fjar í okkara trygga føroyska gerandisdegi, men sum á pallinum gerst bæði átrokandi og livandi.


'Jørðin er eitrað' er eitt dokudrama sum tekur støði í veruligum søgum hjá føroyskum soldátum. Á pallinum eru Beinta K. Clothier og Hjálmar Dam, sum í einum hugtakandi samanspæli við ljósi, videomyndum og tónleiki skapa eina inniliga og dramatiska frásøgn. Eina frásøgn um kríggj, kærleika, svik og longsul hjá nøkrum ungum føroyingum, sum valdu at fara í kríggj.


‘Jørðin er eitrað’ er ein higartil ósøgd søga um ein gloymdan bólk av føroyingum, sum - tá ið oyðimarkardustið er bustað av - innast inni eru føroyingar eins og tú og eg.


Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard.
Ljós- og videodesign: Turpin N. Djurhuus.
Tónleikur: Joachim Holbek.
Leikarar: Beinta K. Clothier og Hjálmar Dam.