Krevur átta ára fongsulsrevsing

Tað er ikki vist, at Klaus Riskær Pedersen fer at kæra málið um hann verður dømdur. ? Málsviðgerðin hevur verið sera nágreinilig, og eg kæri bert, um verjarnir eru misskiltir, sigur hann

Meðan danska summarsólin bakaði niður uttanfyri rættarbygningin hjá býarrættinum í Keypmannahavn, royndi ákærin at gera lívið hjá fyrrverandi pengamanninum Klauær Pedersen enn heitari við at krevja harðastu revsing - átta ára fongsul fyri tað, sum á donskum verður nevnt »bedrageri, skyldner- og mandatsvig« fyri ikki minni enn 130 mió. krónur.

? Tað undrar meg ikki, sigur Klaus Riskær Pedersen, sum eitt skiftið var ES-politikari fyri Vinstra flokkin. Eftir at málið, sum nú er fyri í rættinum kom fram, varð hann blakaður úr flokkinum.

? Ákærumyndugleikin hevur alla tíðina tosað um harðastu revsing, sigur Klaus Riskær Pedersen.

Hann hevur verið í býarrættinum í umleið 100 dagar í málinum, sum ákærumyndugleikin koyrir móti honum og fýra øærum høgtstandandi starvsfólkum í Accumulator Invest.

? Tað hevur verið tosað um, at eg fari at kæra málið, um eg verið dømdur, men tað er ikki vist. Málsviðgerðin í býarrættinum hevur verið ógvuliga nágreinilig, so er kæri bert dómin, um verjanir eru misskiltir, sigur Klaus Riskær Pedersen, um málið, sum gongur á sjeynda árið.


Dupulta løn

Pengamaðurin er ákærdur fyri, at hava snýtt seg til umleið 130 mió. krónur. Hesa upphædd fingu hinir partaeigararnir í Accumulator Invest loyvi til at gjalda.

Varaákærin Merete Vestergård brúkti meginpartin av innleggi sínum til árini frá 1988 til 1992.

Hetta tíðarbilið var Riskær bæði stjóri og arbeiðandi nevndarformaður í Accumulator Invest.

Fyri stjórastarvið hesi árini fekk hann heilar 13 mió. krónur í løn.

Men tað var ikki nóg mikið kortini.

Samstundis fingu hann og felagið Krepco Holding, sum hann átti við húð og hár sokallað »succes fees« uppá ikki minni enn 42 mió. krónur.

Pengarnir vóru gjald fyri væleydnaðar handlar gjøgnum hesi fýra árini.


Privatflúgvara

Men tað var ikki nóg mikið við tí. Afturat øllum hesum fekk Riskær Accumulator Invest at gjalda ein privatflúgvara, tveir bilar við førara, stórt privathús, við tænastufólkum, við Strandvegin í Keypmannahavn og hús og íbúðir ymsastaðni í Danmark, Schweitz og Frankaríki.

Sum rosinan í pylsuendanum kom, at hann eisini lat felagið gjalda fyri at hann hevði eina skrivstovu, sum skuldi taka sær av »politikarakarrieru« hansara í Vinstra.

? Hann helt fram við at mjólka pening úr Accumulator Invest til tað fór av knóranum. Hann helt fram at taka pening út hóast hann skuldi vita, at tað stóð rættuliga illa til.

? Á henda hátt fekk Riskær pengarnar tvær ferðir fyri a tað hann gjørdi, sigur Mette Vestergård, varaákæri.


Snýtti bæði danir

og útlendingar

Bakmannsløgreglan, sum hevur arbeitt við málinum, er ikki í iva um, at Riskær hevur snýtt bæði danskar og útlendskar bankar.

Riskær lænti 1,4 mia. krónur til keypið av franska ognarvirkinum CIF. Bankarnir fingu trygd í partabrøvunum, men hóast tað, so seldi Riskær burturav partabrøvunum, og flutti peningin yvir í feløg hann átti í Danmark.

Á henda hátt vórðu pengarnir brúktir til at fíggja ógvusligu privatnýtslu Riskærs, meðan trygdin hjá bankunum hvarv so líðandi.

Men ein slíkur svullur svíður. Í januar 1992 var egna felag hansara, Krepco Holding, í fíggjarligum trupulleikum og tað fór í gjaldssteðg.

Ein mánað seinni varð Klaus Riskær Pedersen sagdur at verða farin persónliga á húsagang.


Keypti list fyri skuldarbrøv

Tað var í august mánað 1991, at tað heila vendi hjá Riskær og feløgum hansara.

Bankin hjá konsernini var vorðin eitt sindur bangin um tað teir høvdu »í klemmu« og í tí sambandinum høvdu teir fleiri fundir við Klaus Riskær Pedersen.

Í august var Krepco Holding, sum hann jú átti einsamallur, ikki ført fyri at svara hvørjum sítt og Riskær sjálvur var í júst somu støðu, sigur ákærin.

Men hóast tað, so helt hann áfram við eitt nú at keypa list og gamlar lutir frá Accumulator Invest. Munurin var bara tann, at nú varð goldið við skuldarbrøvum.

Hann byrjaði virksemi við skuldarbrøvunum í august 1991 og fram til oktober tað árið keypti hann fyri 18 mió. krónur frá Accumulator Invest. móti gjaldið við virðisleysum virðisbrøvum, sigur ákærin