Annita á Fríðriksmørk vil hava Johan Dahl at svara uppá, hvørjar avleiðingar afturkeyp af partabrøvum í Atlantsflog fær fyri landskassan og privatu íleggjararnar Í fyrispurningi til Johan Dahl, vinnumálaráðharra, vil Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava greiði á útsagnunum hjá vinnumálaráðharranum í Vinnuvitan. Har verður Johan Dahl endurgivin fyri at siga, at partaeigararnir fáa allan sín pening aftur, um tað almenna setir sær fyri at keypa partabrøvini í Atlantsflog aftur. Í øðrum lagi vil hon vita, hvat hetta merkir fyri landskassan og privatu íleggjararnar.
Í einum øðrum fyrispurningi til Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, spyr Annita á Fríðriksmørk, hvussu áðurnevndi ætlar at minka um kostnaðin av ferðaseðlum á rutunum hjá Atlantsflog, sum hann í útvarpinum hevur sagt vera alt ov dýrar.