Hjálparverji Arne Seland (myndin) heldur, at norski løgmálaráðharrin, Knut Storberget, eigur at leggja frá sær, eftir at løgmálaráðharrin hevur lagt trýst á ein Utøya sakførara.
Aftenposten skrivar í dag, at Knut Storberget 19. august ringdi til ein framstandandi hjálparverja eftir 22. juli, Mette Yvonne Larsen, og bað hana leggja lok á atfinningarnar móti løgreglu og myndugleikum.
Hesi tíðindi gera nú ein annan av hjálparverjunum, Arne Seland, í øðini. Hann hevur áður funnist at løgregluni fyri at vera ov pírin við upplýsingum til sakførararnar, ið umboða ofrini eftir terrorálopini í Oslo og Utøya.
Vit løgdu til merkis, at atfinningarnar frá Larsen steðgaðu, og vit hava undrast á, hvør hevði áhuga í at kritikkurin helt uppat, og hvør hevði makt til at steðga honum, sigur Arne Seland við VG Nett.
Hann heldur ikki, at Noreg kann liva við einum løgmálaráðharra, sum leggur trýst á ein hjálparverja, samstundis, sum hann hevur politiska ábyrgd av løgregluni og ákærumyndugleikunum.
Hetta stríðir móti øllum demokratiskum prinsippum. Vit kunnu av sonnum tosa um Stasi-metodir, tá politiska leiðslan setur seg í samband við tey, ið umboða ofrini, og biður tey leggja lok á atfinningarnar, sigur Arne Seland.
Storberget noktar fyri at hava givið Mette Yvonne Larsen boð um at steðga við atfinningunum.
Eg havi arbeitt sum sakførari sjálvur. At stýra, hvat ein sakførari sigur í einum máli gongur bara ikki. Tað kann vera, at eg havi verið eitt sindur ósamdur í samrøðuni, sigur Knut Storberget við Aftenposten.
Arne Seland heldur, at tað verður ógjørligt hjá Storberget at verða sitandi sum løgmálaráðharri eftir hesa avdúkingina.
Soleiðis sum eg síggi støðuna, má Storberget leggja frá sær, og onkur annar má taka við, so vit aftur fáa álit á stjórnina. Soleiðis sum málið er farið fram er tað avgjørt neyðugt. Vit eru eitt demokrati, og tað skulu vit halda fram við at vera, sigur Arne Seland við VG Nett.