- Teir fíggjarkarmar fyri næstu árini, sum landsstýrið hevur borið í løgtingið og sum vóru til 1. viðgerð fyrradagin, mugu gerast av nýggjum.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og limur í politiska fylgibólkinum, ið varð settur at fylgja arbeiðnum við heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur.
- Fylgibólkurin er ikki kunnaður um kostnaðin av ymsu átøkunum í heildarætlanin fyrr enn í dag. Men tað er púra greitt, at teir fíggjarkarmar, sum liggja í løgtinginum í løtuni, mugu koyrast í skrell og so má raðfestast av nýggjum, sigur Bjørt Samuelsen: