Krevur harða revsing

Ákæruvaldið er ikki liðugt at viðgera ákærurnar móti teimum báðum ungu monnunum, men tað stendur kortini greitt, at kravið um revsing verður hart

Linda Hesselberg, ákæri í sakarmálinum móti 19 og 26 ára gomlu monnunum, sum í Føroya Rætti standa ákærdir fyri fleiri lógarbrot, sigur, at øll málini móti teimum ákærdu ikki eru liðugt viðgjørd enn, og tí er ikki endaliga avgjørt, hvussu stranga revsing, ákæruvaldið fer at krevja.

Tað er longu framman undan greitt, at eitt slíkt brotsverk sum eldásetingin í Hamarsgøtu er, sambært rættarpraksis gevur millum hálvtannað og tvey ára revsing. Men hetta er bert partur av ákærunum, sum eisini í báðum førum umfata drápshóttanir.

Hjá 19 ára gamla eru ákærurnar í fleiri førum harðskapur av serliga álvarsamum slag meðan tað hjá tí 26 ára gamla serliga eru drápshóttanir og eldásetingin, sum viga tungt.

Sakarmálið móti teimum báðum fyri eldásetingina er ikki liðugt enn, tí okkurt serfrøðingavitni er burturstatt og kann tí ikki avhoyrast fyrr enn um einar tvær vikur. Og fyrr enn tað vitnið er avhoyrt, ber ikki endaliga til hjá ákæruvaldinum at gera støðuna upp, og tí ber heldur ikki enn til at siga, hvussu stranga revsing, ákæruvaldið fer at krevja.

Tað vita vit, tá fult yvirlit er fingið av málunum, men eg kann siga so mikið longu, at kravið verður ikki undir tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, sigur Linda Hessdelberg.

Kravið verður tó uttan iva væl hægri, serliga tá hugsað verður um, at bara eldásetingin kann kosta tvey ár. Tí er ikki óhugsandi, at eitt revsikrav fer at liggja nærri teimum fýra árunum. Men hetta fæst tó nærri at vita, tá sakarmálið verður tikið upp aftur um smáar tvær vikur.