Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil nú hava at vita, hvat Helena Dam á Neystabø visti um tær stórur samsýningarnar, ið summir limir í bygginevndini fyri skúladepilin í Marknagili, hava fingið.
Hann hevur nu spurt hana um, hvat hon vist og, hvat hon ætlar at gera við máli og bíðar nú eftir svarinum.
Høgni Hoydal staðfestir, tað hevur vakt miklan ans, at stórar samsýningar eru latnar til summar limir í bygginevndini fyri Marknagilsdepiliin.
- Landsstýrið hevur ábyrgdina av allari verkætlanini og hevur formliga sett bygginevndina og tí vil hann hava at vita, hvør leikluturin hjá landsstýrinum hevur verið og hvat landsstýrið fer at gera.
Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvat landsstýriskvinnan visti um samsýningarnar, sum eru lætna og um hon hevur hon tikið nøkur stig í hesum sambandi, ella um málið hevur fingið avleiðingar.
Hann vil eisini hava at vita, hvørjar niðurstøður landsstýriskvinnan hevur gjørt um, hvørjar av avleiðingar hetta skal fáa.