Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hoyrdi sjálvur brestin frá Hústoft í gjárkvøldið.
- Eg sat á fundi í skúlanum í Skála og har skalv øll bygdin, sigur hann.
Hann fýlist á, at Landsverk ikki hevur sett seg í samband við hann og givið honum nakra frágreiðing um brestin.
- Borgarar í kommununi hava ringt til okkum líka síðani brestin og kært um tað, sum hendi, men eg havi framvegis einki gott svar at geva teimum. Eg havi heitt á tekniska stjóran hjá okkum um at biðja Landsverk um eina frágreiðing, men hann hevur ikki fingið svar enn, sigur borgarstjórin í Runavík. Grótbrotið í Hústoft liggur í Runavíkar kommunu.
- Satt at siga hevði eg væntað eina frágreiðing frá Ewaldi Kjølbro longu í tíðindunum í Kringvarpinum klokkan sjey í morgun, men so varð ikki. Borgarar kima okkum niður og vilja vita, um hetta er nakað, sum tey kunnu vænta framyvir, sigur hann.
- Tað líkist ongum, at vit ikki hava frætt frá Landsverk enn, sigur Tórbjørn Jacobsen.