Krevur frídøming

Verjin hjá KÍ, Jógvan Elias Winther Poulsen, helt ikki grundarlag var fyri at døma KÍ, og skuldi tað endiliga vera, átti tað bert at gerast til eitt slag á fingrarnar

Hann byrjaði við at vísa á, at talan greitt var um tveir ymiskar sáttmálar, og at Ítróttafelagið KÍ bert hevði yvirtikið annan teirra, nevniliga tann, ið varð undirskrivaður 2. august 2005 frá S/pf KÍ Fyriskipan.
Hin sáttmálin frá 18. august hekk mest sum í leysari luft, tó at S/pf KÍ hevur arbeitt út frá honum.
Jógvan Elias Winther Poulsen setti eisini spurning við trúvirðið hjá Tony Paris, tá hesin pástóð, at hansara heiti sum CEO hjá felagnum í Florida bert var proforma, tá tað so ítøkiligt stóð, hvørjar hansara uppgávur hjá felagnum vóru.
Hann vísti eisini til frágreiðingina um, at Tony Paris hevði gingið handan bakið á stjóranum so javnan.
Sakførarin staðfesti eisini, at venjarin beinleiðis hevði sagt ósatt í umrøddu greinini í Dimmu 15. mai 2007.
Eitt heilt sentralt punkt í proseduruni hjá Jógvan Elias Winther Poulsen var heimasíðan hjá St. Pete Raiders, og at Tony Paris í maili frá februar 2007 hevði kallað seg CEO (forstjóri) í felagnum, eins og hann hevði sagt seg vera tøkan til mánaðarligar telefonfundir eins og til ráðgeving døgnið runt.
Hetta helt Jógvan Elias Winther Poulsen vera greitt prógv fyri, at Tony Paris hevði arbeitt fyri onnur enn KÍ, og tískil hevði brotið sáttmálan.
Ein av allartýdningarmestu spurningunum, sum dómarin, Jóannes Madsen, skal taka støðu til, er nevniliga, um grundgevingin fyri uppsøgnini er í tráð við sáttmálan.

Sogið KÍ nóg mikið
Sakførarin segði, at sáttmálin frá 2. august er einasta skjal, sum KÍ kann fyrihalda seg til, og tá hann einki nevnir um húsaleigu er tað púra burturvið at seta krav fram móti felagnum um húsaleigu.
Eitt annað, sum hann eisini metti hava stóran týdning fyri eitt møguligt endurgjaldskrav, var, at formaðurin í St. Pete Raiders váttar, at felagið beinanvegin, sum Tony Paris kom aftur til USA, skrivaði ein tríára sáttmála við venjaran.
Sakførarin helt, at Tony Paris hevði sogið ivaleyst av peningi úr KÍ, og metti ikki, at hann átti at fáa eitt oyra aftrat.
Skuldi dómarin hinvegin ikki taka undir við pástandinum metti Jógvan Elias Winther Poulsen, at talan í mesta lagi átti at gerast endurgjald fyri seks mánaðar, svarandi til 39.000 dollarar, men mælti til at halda seg til vanligt praksis, sum er tríggjar mánaðir, ella 19.500 dollarar.
Eisini í øðrum lagi metti hann, at nevndu upphæddir í mesta lagi kundu koma upp á tal, og at bótin á 50.000 dollarar átti at falla burtur.