Krevur eykajáttan til Akravegin

Vegurin millum Lopra og Akrar er í ógvuliga vánaligum standi. Hendrik Old vil hava løgtingið at samtykkja eina eykajátta, so vegurin kann gerast sum skjótast

Vegastrekkið millum Lopra og Akrar í Suðuroynni er í so vánaligum standi, at bussarnir hjá Bygdaleiðum, bilarnir hjá IRF og oljubilar sýta fyri at koyra eftir tí.

Hetta heldur Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum ikki sømir seg í einum framkomnum samfelag, og tí hevur hann latið løgtingsskrivstovuni eitt uppskot um eykajáttan á 300 túsund krónur at leggja fyri tingið fríggjadagin, so vegurin kann gerast sum skjótast.

? Arbeiðið á Núpinum millum Vág og Lopra er júst liðugt, og tí skuldi borið væl til at flutt fólk og útgerð hagani til vegin millum Lopra og Akrar, vísir Hendrik Old á.

Tingmaðurin, sum er valdur fyri Javnaðarflokkin í Suðuroynni vónar, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum kann finna eina loysn, so vegurin kann gerast sum skjótast. Ber hetta ikki til, heldur hann tað verða neyðugt, at eykajáttanaruppskotið verður samtykt.

? Tað ber ikki til, at fólk skulu liva undir so vánaligum umstøðum, sigur Hendrik Old.

Hendrik Old vísir á, at skúlin á Leiti, sum er bygdaskúli fyri Lopra og Akrar liggur mitt á nevnda vegastrekki, og tí eru um 20 skúlabørn í aldrinum 7 til 12 ár noydd at ferðast eftir hesum vegastrekki dagliga.

? Vegurin er vorðin so smalur eftir at SEV hevur grivið kaðal ígjøgnum hann, at skúlabørnini eru noydd at leypa av vegnum, tá ein bilur kemur, og hetta kann ikki góðtakast, sigur Hendrik Old.

Játtanin til Landsverkfrøðingin á fíggjarlógini í ár er um at vera brúkt og á fíggjarlógaruppskotinum til næsta ár eru bert 1,2 millónir settar av til viðlíkahald av vegunum í Suðuroynni. Hetta heldur Hendrik Old vera lægstu játtan í nýggjari tíð.

Bygdaráðsformaðuri í Sumbiar Kommunu, Jacob Vestergaard, hevur eisini gjørt vart við seg í sambandi við vegin millum Lopra og Akrar. Jacob Vestergaard hevur sent Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, bræv, har hann heitir á landsstýrismannin um at fáa gjørt nakað við vegin sum skjótast.