Krevur endurgjald frá Strauss-Kahn

Kvinnan, sum hevur ákært fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang ímóti sær, hevur nú stevnt tí 62 ára gamla fransmanninum eftir endurgjaldi. Kvinnan, sum eitur Nafissatou Diallo, hevur ikki ásett, hvussu stórt endurgjaldið eigur at vera, tí tað vil hon hava rættin at taka støðu til.

Saman við stevningini hevur Nafissatou Diallo latið rættinum eina frágreiðing um tað, sum sambært henni hendi á hotellinum í New York, og amerikanskir fjølmiðlar siga, at frágreiðingin er rættiliga nágreinilig.

Verjarnir hjá Dominique Strauss-Kahn siga, at stevningin eftir endurgjaldskravi vísir, at kvinnan hevur eittans mál, og at tað er at fáa sum mest av pengum frá fyrrverandi IMF-stjóranum.

-Vit hava alla tíðina sagt, at málið hjá kvinnuni og verja hennara er at forvinna pengar burtur úr hesum, og kravið um endurgjald staðfestir, at tað er so, siga William Taylor og Benjamin Brafman, sum eru verjar hjá Strauss-Kahn.