Tá tosað verður um, hvussu vinnast kann á hóttandi oljukreppuni, tykist Simmons hava greiða talu.
Sjálvur ivast hann ikki í, at fremsta málið má vera at finna nýggjar og varandi orkukeldur, soleiðis sum mannaættin eisini hevur gjørt fyrr. Frá viði til kol og frá koli til olju.
Somuleiðis er hann greiður fortalari fyri, at flutningsvinnan alt meira flytir seg yvir á kollektiva ferðslu. Heima-arbeiðspláss er ein annar háttur at spara orku upp á í so máta, og bara tað at venja fólk við at hugsa øðrvísi, tá matur skal keypast, kann eisini vera ein máti. Hví skulu til dømis føroyingar keypa kjøt úr Ný Sælandi, tá tað krevur munandi meira orku at flyta krov kring alla klótuna, heldur enn at keypa úr Hetlandi. Og hví skulu amerikumenn eta australsk súrepli, tá hesi eisini veksa í California.
Hóast hetta ljóðar lætt, so er tó einki at ivast í, at alt hetta ikki er nakað, sum verður gjørt uttan víðari. Men Simmons metir sjálvur, at verður ein miðvís ætlan løgd - og fylgd - so ber á hendan hátt til at spara onkra staðni millum 20 og 40% av dagsins oljunýtslu.