Krevji eina átalu

Jógvan við Keldu, Limur í Norðurlandaráðnum
~~~~~~~
til
Harra Jóannes Ejdesgaard, løgmaður,
Tinganes
110 Tórshavn

Eg fari sum limur í Norðurlandaráðnum, umboðandi samgonguna at heita á løgmann um at koma við eini átalu og at bera so í bandi, at ein rættleiðing verður givin í sambandi við 12. resolutiónina í “Slutdokument – Ungdomens Nordiska Råd 27.-29.10. 2006 Christiansborg , Køpenhavn”, sum er viðløgd brævinum.
Her verður m. a. sagt, at: ”En nedstemming av lovforslag om diskriminations-beskyttelse for homoseksuelle på Færøerne har ført til vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelse af homoseksuelle”.
Løgmaður er greiður yvir, at hetta er bæði ósatt og óheppið og setur føroyska hampamannin í eitt sera vánaligt ljós.
Eisini leggi eg dent á, at vit í Føroyum hava skrivifrælsi, sum er meiri vert, enn vit mangan geva okkum far um, og sum í ríkiligt mát hevur verið brúkt seinastu tíðina, har lesarabræv-skrivarar hava givið til kennar sínar ymiskligu meiningar.
Hinvegin skulu vit minnast til, at her er ikki talan um lesarabrøv, men ein niðurstøða, sum 55 umboð fyri norðurlendska komandi politiska ættarliðið hevur sett út í kortið.
Á fundi millum Mentanarnevnd Norðurlandaráðsins, har eg umboðið Føroyar og á hini síðuni umboð Ungdóms-Norðurlandaráðsins havi eg átalað viðferðina okkara komandi ættarlið av politikarum gevur føroyska hampamanninum.
Eg fari tí at heita á teg um vinarligast at taka málið upp, geva eina átalu fyri hesa viðferð og krevja eina rættleiðing og umbering.

06.02.07.
Við bestu heilsanum