Við frumsýningini av nýskrivaða leikinum ”Sjóvevur” í Leikalund í gjárkvøldi varð 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu skotið í gongd. Tí kundi tað illa hóskað betri, at søgan í leikinum endar júst í Klaksvík eftir longu ferðina hjá høvuðspersóninum, Ainu Cedeblom, tvørtur um Atlantshavið til Klaksvíkar, har hon lat vevskúlan byggja.
Fortíð og nútíð
Tað verður nokk eisini sum livandi íkast til lokalsøguna, at ”Sjóvevur” setur síni mest minniligu spor. Longu við pallsetingini renna fortíð og nútíð so gyklandi saman, at tú uttan himpr letur teg flyta við. Við gamla kongaliga handlinum á keiuni í Klaksvík sum karmi verður tú frá byrjan heilt ítøkiliga flutt aftur í tíðina. Og kagar tú gjøgnum smáu sprossavindeyguni liggur hann har - sjálvur Rospiggen II, lítli báturin, sum svenska ævintýrkvinnan lat byggja og kom til Klaksvíkar við í 1933. Og skuldi nakar kortini verið í iva, um søgan nú eisini er ’sonn’, rungar áminnandi røddin hjá Ainu Cederblom í leikinum enn í oyrunum:
”Tað vóru tykkara abbar og langabbar, sum hjálptu mær at byggja vevskúlan har úti í Grøv. Og tað vóru tykkara ommur og langommur, eg har lærdi at veva nýggj mynstur og pløgg.”
Eina løtu kendi tú næstan á tær, hvussu fleiri av teirra eftirkomararum millum áskoðararnar sótu og nikkaðu stillisliga.
Bakka ikki
Tað er týðiligt, at leikritahøvundurin, Sigrún Valbergdóttir, hevur hildið seg neyvt til forleggið, bókina hjá Ainu Cederblom Som Sjøluffere på Atlanten. Eftir mínum tykki verður hetta eisini stóra styrkin og veikleikin í ”Sjóvevur”. Neyva endurgevingin av ferðini hjá Ainu Cederblom um Atlantshavið gera frásøgninga í so drúgva í løtum. Hinvegin hevði tað neyvan verið í andanum hjá kompromisleysu ævintýrkvinnuni at pynta um søguna. Eins og Aina Cederblom aldrin bakkaði fyri nøkrum, bakka leikarin og leikstjórin ikki fyri møguliga kravinum hjá nútíðar áskoðarum um lætt undirhald.
”Sjóvevur” krevur, at áskoðaðin livir seg inn í leikin av fullum huga í sama anda sum Aina, ið ongantíð gjørdi nakað hálvhjart. Vit mugu øll ofra nakað – eins og í einum av mest hugtakandi brotunum í leikinum, tá Aina letur sítt vakra hár klippa, so hon líkist einum drongi fyri at sleppa í land í Grønlandi.
Løtt skifti
Afturfyri fáa vit ein leikara, Eyð Matras, sum gevur alt, hon hevur í sær, í út við tveir tímar. Einsamøll á palli skiftir hon ótroyttiliga millum dramatisering og frásøgn, fortíð og nútíð umframt eina ørgrynnu av leiklutum. Serliga mongu skiftini millum leiklutir prógva, at vit her hava ein sjónleikara, sum dugir sítt kynstur. Við bert fáum frábrigdum leggur Eyð Matras skjótt og ómakaleyst rødd og kropp til alt frá illgrunasomum skrásikrum skiparum til stúrandi gamlar konir.
Hóast pallmyndin er óvanliga einføld, eydnast tað leikaranum sera væl taka áskoðarin við sær á ferðina. Eftir bert lítlari løtu eru vit við uppá, at tunga gamla kumpassin á gólvinum ímyndar bátin, at sjókortið á vegginum ímyndar opna havið og so framvegis. Hartil fáa ljóð- og ljósfólkini hegnisliga manað fram einsemiskensluna hjá Ainu, fangað millum rapandi ísfjøll og ógvusligar sjógvar.
Frálíkur eygleiðari
Hóast Sjóvevur er væl spældur og ikki gongur uppá kompromis við søguna um Ainu Cederblom, saknaði eg okkurt slag av fokus ella tematiskum tráði í søguni. Hvat var tað, sum dreiv Ainu Cederblom? Hví var tað so umráðandi fyri hana at fara einsamøll yvir um hav?
Eisini undraði tað meg, at so lítið varð gjørt burturúr dreyminum hjá Ainu at byggja ein vevskúla í Klaksvík. Tað er vist ikki nøkur loyna, at lokalfólk ikki hildu tað vera so lætt at arbeiða saman við hesi sermerktu kvinnu. Sostatt kundi tann parturin av søguni verið ein upplagdur spegil av okkum sjálvum í søguni um Ainu Cederblom.
Tá eg kortini fyrigevi leikinum fyri hetta gloppið í søguni, hongur tað saman við frálíku lýsingini av Ainu sum eygleiðara av sínum umhvørvi. Mest væleydnaðu brotini í leikinum eru eftir mínum tykki samspælið millum Ainu og manningina umborð á Stellu Mariu. Teir tankar, hon ger sær um hesar menninar, mátin, hon vinsæl men ferð eftir ferð snarar teir um sín lítlafingur verða so væl dramatiserað, at tað er ein fragd at síggja.
Víst var hon treisk og óivað eisini ráðarík, men at hjarta hjá Ainu Cederblom altíð bankaði fyri sínum medmenniskjum, lata hesi brotini ongan iva vera um.
Sýningar
”Sjóvevur” verður sýndur í Leikalund fram til 3. mars hesar dagar:
Hósdag klokkan 19:00
Fríggjadag klokkan 19:00
Leygardag klokkan 17:00
Sunnudag klokkan 17:00