Krevja virðing frá umsitingini

Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin vilja ikki longur finna seg í, at teirra atfinningar ikki verða tiknar í álvara

Politiska skipanin hevur eitt eftirlit, sum eitur Landsgrannskoðanin, sum arbeiðir undir løgtingsgrannskoðarunum.

 

Árliga gjøgnumgongur Landsgrannskoðanin almennu roknskapirnar og kemur við einari frágreiðing til Løgtingið um, hvussu landsstýrið og fyrisitingin annars fyrisitur og brúkar almennu pengarnar, sum verða tiknir inn í landskassan.

 

Grannskoðanin hyggur eisini eftir um peningurin verður brúktur í samsvar við tær játtanir, sum Løgtingið hevur givið almennum stovnum.

 

Ár fyri og ár eftir hendir tað, at grannskoðanin boðar frá, at viðurskifti ikki eru í lagi. Vanliga afturmeldingin frá teimum landsstýrisfólkum, sum fáa hesar viðmerkingar er, at tey eru í ferð við at fáa alt í rættlag ella at ein arbeiðsbólkru er settur at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

Hesum sangi eru grannskoðararnir troytt av at hoyra. Í vár gjørdu tey av, at tey nú fara at fylgja betur við hvat hendir og minna landssstýrisfólkini á, hvat tey hava lovað og samstundis fara tey at krevja tíðarfreistir fyri nær viðurskiftini skulu vera í lagi.

 

Í viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum Jónleif Johannesen, Óluvu Klettskarð, Magnus Ramussen og Jørgin Niclasen, har heitt verður álandsstýrið um at syrgja fyri, at hesar mannagongdir gerast rættar og at fyrisitingin skal fylgja tí, sum grannskoðararnir mæla til.

 

Málið var í dag beint í fíggjarnevndina.