Krevja váttan frá børnum til flogbóltskapping

Koronupass, negativ test, koppsetingarkort ella váttan um, at tú hevur havt koronu. Tey, sum ikki hava eitt av hesum, sleppa ikki inn í høllina í Kollafirði um vikuskiftið.

Tað verður nógv gjørt burtur úr at forða fyri møguligari smittuspjaðing, tá flogbóltskapping verður fyri børnum í Ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin og sunnudagin.

 

- Øll skulu antin hava koronupass, negativa test, koppsetingarkort ella váttan um, at ein hevur verið sjúkur við koronu. Tey, sum ikki hava eitt av hesum, sleppa ikki inn í høllina.

 

So greið eru boðini, nú flogbóltskapping fyri børnum verður í Ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin.

 

Í morgin spæla gentur og dreingir, sum eru eitt ár undir skúlaaldur og upp til 12 ár.

 

- Liðini, sum møta, verða biðin um at hava eitt yvirlit yvir koronupass og testir hjá liðnum klárar við komu, og síðan skulu liðini fylgjast inn í høllina.

 

Soljóðandi eru boðini úr Kollafirði, og her er eingin slingur í valsinum.

 

Alt hetta bendir á, at KÍF, sum skipar fyri flogbóltskappingini í morgin og sunnudagin, tekur koronu-støðuna í stórum álvara. Øll liðini skulu gera sítt egna yvirlit yvir, hvørji fólk tey hava í høllini, bæði leikarar, venjarar og viðhaldsfólk.

 

- Hetta verður gjørt fyri, at tað skal verða lættari hjá myndugleikunum at smittuspora, um tað skuldi verið neyðugt, siga fyriskipararnir í brævi til feløgini, sum fara at kappast í morgin og sunnudagin.

 

Flogbarnakappingin í Kollafirði verður hildin við stuttum skotbrái, eftir at kappingin, sum skuldi haldast í Trongisvági um vikuskiftið, er tikin av skrá.

 

Lagt verður fyri í Ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin klokkan 09.30, og væntandi verður kappast í høllini tað mesta av degnum.