? Hetta skrivið, sum er sent út til fólkaskúlarnar nú, er onki meira enn at hondheva eitt rundskriv frá 1982, sigur Olávus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan í Mentamálaráðnum.
Olávus Jespersen sigur, at hetta er ein áseting, sum arbeiðsgevarin hevur gjørt fyri, at lærarar kunnu fáa tímaniðurskurð.
? Í rundskrivinum stendur greitt, at um ein lærarari regluliga rættar uppgávur uttanfyri skúlatíð, so hevur hann rætt til tímaniðurskurð. Tað vit nú gera er, at vit krevja útført arbeiði fyri, at vit skulu gjalda tímaniðurskurðin, sigur Olávus Jespersen.
Og hetta verður gjørt við at áseta eitt uppgávutal á, sum lærararnir skulu rætta fyri at fáa tímaniðurskurð.
? Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu hetta verður uppfatað, men hetta er als ikki ein misálitisváttan frá okkara síðu, slær Olávus Jespersen fast.
? Men hví hetta 20 ára gamla skrivið ikki verður hondhevað fyrr enn nú, dugi eg als ikki at siga, sigur Olávus Jespersen at enda.