Krevja svar frá løgmanni

Oddagrein:

Tað var einki minni enn ein bumba, sum varð slept í Tinganesi seinnapartin mánadagin, tá løgmaður uttan nakra ávaring yvirhøvur kunngjørdi, at Tjóðveldi var ikki longur partur av samgonguni. So harður varð bresturin, at hann hoyrdist langt út um landoddarnar, har fjølmiðlarnir nú gera sær dælt av eini fyri Føroyar sera mannminkandi søgu um eina skrivstovu, sum varð orsøkin til samgonguslit.

 

Hóast løgmaður hevur greitt frá orsøkini til at koyra Tjóðveldi út úr Tinganesi og hóast nógvir upplýsingar eru komnir fram í sokallaða skrivstovumálinum, so standa flestu av okkum spyrjandi: hvat var tað, sum veruliga hendi í hesum málinum, og hví var tað júst tað, sum skuldi fáa bikarið at flóta yvir! Og hví skuldi løgmaður vísa sínum nú fyrrverandi samstarvsflokki so lítla virðing ikki at kunna hann um avgerðina, áðrenn tíðindafundin!

 

Tað stendur orð móti orði, ikki minst nú umsitingin í Tinganesi hevur valt at geva miðlunum innlit í tilfar, sum snýr seg um ”skrivstovumálið”, men sum formaðurin í Tjóðveldi síðani lutvíst hevur víst aftur, tí, sum hann sigur, hetta tilfar lýsir ikki allan sannleikan. Og í hesum máli eigur tað sama galda sum í øðrum málum, har fólk verða skuldsett ella ákærd, at soleingi haldgóð prógv ikki eru løgd fram, so eigur ivin at koma tí ”skuldsetta” til góðar, áðrenn dómur verður feldur. Seinasta orðið er tí ikki sagt í skrivstovumálinum. Tó er hetta málið - um enn lítið - so kortini so mikið álvarsligt fyri umdømi hjá bæði politikarum, embætisfólki og Tinganesi, at her má alt gravast fram, líka mikið hvør so enn er syndarin ella ábyrgdarin. Sjálvandi fer Tjóðveldi, sum sær seg alvorliga skatt, ikki at lata hetta málið fara í gloymibókini, nú tað kennir seg óvirðiliga og svikaliga viðfarið av løgmanni.

 

Vit skrivaðu í gjár, at løgmaður hevur ikki nakra góða sak, nú hann brúkti hetta málið til at kappa á stokkinum. Nettupp orð hansara um, at hetta bert var dropin, setur krøv til sama løgmann, sum hevur skyldu til yvirfyri Føroya fólki og eisini teimum hann samstarvaði við at greiða frá, hvørji veruligu málini vórðu, sum gjørdu, at hann loksins beitti Tjóðveldi á dyr. Tí eiga vit ikki bara at fokusera uppá dropan ella toppin á ísfjallinum, men eisini tað, ið løgmaður sipar til varð høvuðsorsøkin til, at henda samgongan ikki kundi halda fram, nevniliga tað, sum hevur fylt bikarið. Var tað so, at tað var baklandið hjá løgmanni og hansara egnu tingfólk, sum ikki longur vildu samstarva við Tjóðveldi, soleiðis sum tað hevur verið frammi síðani bumban brast í Tinganesi, tá varð tað meira mansligt og virðiligt av løgmanni at sagt hetta.

 

Føroya fólk hevur krav uppá bæði at kenna allan og fulla sannleikan um dropan, sum fekk bikarið at renna yvir, men eisini hvørji mál fyltu bikarið. Bæði løgmaður og fyrrverandi varaløgmaður skylda Føroya fólki hetta.