Landsfelagið fyri fólk við Autismu
Í summar mótmælti Landsfelagið fyri fólk við autismu, at 1 mió. var tikin av játtan til umlættingarheim í Klaksvík til børn við autismu. Henda milliónin var tikin, tí játtanin á øðrum økjum ikki rakk.
Í sambandi við mótmælið hevði blaðkvinna á Dimmalætting í blaðnum 8/8-2005 samrøðu við Hans Paula Strøm, landsstýrismann. Har varð ført fram, at játtanin ikki var ætlað til nýtt umlættingarheim, men til økta umlætting, ið skuldi byrja 1. oktober, og at 1 mió var eftir, ið røkkur til hetta víðkaða virksemið.
Tilboðini, ið skuldu verða víðkað frá 1. oktober, eru:
" Nøkur búpláss til fólk yvir 18 ár við autismu
" og væl fleiri umlætttingarpláss.
Tá 1. oktober reiðiliga var farin afturum, uttan at felagið hevði fingið nakra ábending um, at nøkur økt umlætting er í umbúna, sendi Landsfelagið fyri fólk við autismu tann 10. nov. Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, bræv, har spurt verður:
" Hvussu nógv hava fingið boðið umlætting
" Hvussu nógv fólk yvir 18 ár við autismu hava
fingið búpláss?
" Og hvør stovnur røkir hesi nýggju tilboðini?
Hóast ein mánaður er liðin, hevur felagið onki svar fingið - og onga ábending um nakra økta umlætting.
Landsfelagið má tí staðiliga gera vart við, at
" tørvur er framvegis á nýggjum umlættingarheimi
til børn við autismu,
" tørvur er framvegis á øktari umlætting
og búplássum.
Landsfelagið fyri fólk við autismu vónar framvegis at fáa eina frágreiðing, um ella nær nevndu tilboð verða sett í verk, ella hvat varð av tí milliónini, ið eftir var.