Fiskamarknaðirnir í Íslandi vilja hava teir politisku myndugleikarnar at hækka kvoturnar á toski, hýsu, upsa, kongafiski, brosmu og longu. Í brævi til stjórnina skriva fiskamarknaðirnir, at tann stóri niðurskurðurin í kvotunum í fjør hóttir við at taka grundarlagið undan marknaðunum.
Harafturat hóttir niðurskurðurin eisini fleiri fiskavirkir og teirra arbeiðsfólk.
Í brævinum siga fiskamarknaðirnir, at sambært teimum seinastu metingunum hjá fiskifrøðingunum er tað ráðiligt at hækka kvoturnar á toski, hýsu, upsa, kongafiski, brosmu og longu.










