Krevja skatt á Netflix og HBO

Stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini, Tey Radikalu, SF og Eindarlistin vilja seta í gildi ein stroymingarskatt upp á fimm prosent til komandi fíggjarlógarsamráðingar.

Tey Radikalu í Danmark vilja tvinga stroymingartænastur til at gjalda meira til framleiðsluna av nýggjum donskum sjónvarpstilfari.

Tey skjóta tí upp nú undan samráðingunum um fíggjarlógina at seta í gildi ein nýggjan skatt upp á fimm prosent av haldaraprísinum.

Tað skrivar Politiken í dag.

Hvørja ferð ein danir rindar 79 krónur fyri at síggja Netflix í ein mánað skulu fýra krónur soleiðis gjaldast beinleiðis til danskt public service.

Avgjaldið fer sambært útrokningum at geva 50 milliónir krónur árliga. Tað eru pengar, sum skulu latast vera public service-pulju, sum býtir út miðlastuðul til sjónvarpsrøðir og dokumentarar.

SF og Eindarlistin stuðla uppskotinum.

Joy Mogensen, mentamálaráðfrú, vísir aftur, at avgjaldið verður ein partur av komandi samráðingum um fíggjarlógina.

– Tað er í so tíðliga byrja kjakið um ítøkiligar ætlanir, skrivar hon í einum telduposti til Politiken.

Í februar kom Javnaðarflokkurin tó sjálvur við einum líknandi uppskoti. Her skeyt táverandi framsøgufólk sloksins í mentanar- og miðlamálum, Mogens Jensen, upp, at stroymingartænasturnar skuldu stuðla við fimm prosentum at teirra inntøkum í Danmark.

Pengarnir skuldu sambært honum fara í ein grunn, sum framleiðarar av dansktmæltum innihaldi kunnu søkja pengar hjá.

Danske Filminstruktører fegnast  um, at stuðulsflokkarnir hjá stjórnini vilja áleggja stroymingartænastum avgjald upp á fimm prosent. Tað hevur felagið yngst leingi.

Eisini felagið hjá framleiðarum uí danmark hevur í fleiri ár sóknast eftir einum avgjaldi upp á fimm prosent á stroymingartænastur.

ES-Dóstólurin sló fast í eini avgerð í mai í fjør, at tað er lógligt at krevja gjald frá stroymingartænastum.

 

/ritzau/