Krevja sjálvandi lønarhækking

-Vit fara sjálvandi at krevja lønarhækking.

Tað staðfestir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, nú samráðingar við arbeiðsgevarafelagið byrjað í næstum.

Sáttmálin gongur út 1. mai, so tað er minni enn tveir mánaðir eftir.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Arbeiðarafeløgini fara at samráðast saman aftur hesuferð, akkurát, sum tey gjørdu seinast.

Hann sigur, at arbeiðarafeløgini hava havt fleiri fundir sínamillum, men tey eru ikki liðug at útgreina krøvini til arbeiðsgevararnar í sambandi við samráðingarnar.

Men hann staðfestir, at tað er ongin ivi um, at tey fara at krevja lønarhækking.

Hann ger samstundis greitt, at í hesum sambandi skeita tey ikki eftir, hvat feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið.

- Karmurin, sum er lagdur fyri almenna arbeiðsmarknaðin hevur onki við okkum at gera.

Hann staðfestir eisini, at tað nyttar einki at koma til arbeiðarfeløgini at biðja um lønarafturhald fyri tað um ein skipan við fløtum skatti er sett í gildi.

- Verkafólkið fær ongan ágóðan av flatskattaskipanini, sigur Georg F. Hansen.