Krevja sjúklingahotell


Í Grønlandi hava meiri enn 2.000 fólk skrivað undir eina áheitan á politikararnar um at skipa eitt heim í Keypmannahavn, sum avvarðandi hjá sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum kunnu búgva í. Stigtakararnir til innsavningina siga, at tað er próvfast, at sjúklingar, sum hava avvarðandi við sær til Danmarkar, verða skjótari frískir enn teir, sum eru einsamallir. Ætlanin er at savna undirskriftir ein mánað afturat, og so verða tær latnar myndugleikunum.