Krevja ráðgeva hjá Bush koyrdan frá

Ein av fremstu ráðgevunum hjá Bush, forseta er lagdur undir at hava avdúkað ein loyniligan agent hjá CIA. Demokratarnir vilja tí hava hann koyrdan frá.

Ráðgevin Karl Rove verður vanliga umrøddur sum maðurin, ið hevur lagt bæði forsetavalini hjá George W. Bush til rættis við hepnari hond. Tí er hann ein av fremstu ráðgevum forsetans, men nú hevur hann brádliga fingið trupulleikar.

Orsøkin er, at Karl Rove er settur í samband við eitt mál, sum snýr seg um, at onkur avdúkaði fyri fjølmiðlunum, at Valerie Plame er loyniligur agentur hjá fregnartænastuni CIA. Slíkt er sera álvarssamt í USA og kann geva upp í tíggju ára fongsul. Valerie Plame er gift við diplomatinum Joseph Wilson, og hann vil vera við, at onkur, sum stendur forsetanum nær, avdúkaði loyniliga starv hennara, tí maður hennara hevði funnist at politikkinum hjá Bush-stjórnini.

Verjarnir hjá Karl Rove hava viðgingið, at ráðgevin tosaði við tíðindamannin hjá Time Magazine, sum avdúkaði loyniliga starvið hjá Valerie Plame, men teir siga, at hann nevndi hana ikki við navni. Ta frágreiðingina góðtaka teir demokratisku senatorarnir ikki. Teir krevja, at forsetin skal geva Karl Rove sekkin alt fyri eitt.

Sjálvur hevur Karl Rove sagt, at upplýsingar, sum hann hevur latið frá sær, eru ikki almennar, men heldur ikki ta frágreiðingina góðtaka demokratarnir.