Prísurin á ferðaseðlum við Smyrli er ein alvorligur bági fyri menning og trivnaði í Suðuroy.
Tað eru valevnini fyri allar flokkar púra samdir um. Hóast ósemjur og tvídráttir ofta eyðkenna teir ymsu flokkarnar, eru tað kortini eitt, valevni úr øllum flokkum kundu semjast um á veljarafundi í Hvalba í gjárkvøldið, og tað var, at tað er ov dýrt at ferðast við Smyrli.
Veljarafundurin var fyri valevni í Suðuroy, og har vóru fýra teir stóru flokkarnir umboðaðir. Onkrir av smærru flokkunum hava ongar suðuroyingart á vallistanum, so tey høvdu heldur ongi umboð á fundinum og onkur hevði fingið forfall.
Og suðuroyingar kunnu vænta sær, at okkurt fer at henda á økinum, tí teir fýra stóru flokkarnir eru samdir um, at hetta eitt mál, nakað skal gerast. Á veljarafundinum vóru øll valevnini nevniliga samd um, at tað skal verða bíligari at ferðast við Smyrli, tí prísurin á ferðaseðlum skal javntsetast við prísin at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Her verður serliga hugsað um bilar og bussar við ferðafólki. Tá ið koyrt verður ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, verður ferðaseðil bara goldin fyri bilin, men tá ið ferðast verður við Smyrli, skal ferðaseðil rindast bæði fyri bilin, og fyri hvørt ferðafólk.
Sostatt er tað fleiri túsund krónur dýrari at ferðast til Suðuroyar við einum bussi. At ferðast til Suðuroyar við einum bussi við 40 fólkum, kostar sostatt yvir 4.000 krónur, men tað kostar 300 krónur at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Samstundis kostar tað einar 500 krónur hjá einum húski at ferðast ímillum Suðuroyar og Havnina, men sama húski kann ferðast í Vágar, ella í Norðoyggjar, fyri nakrar fáar krónur.
- Hetta er ein týðandi orsøk til at fólk aftra seg við at koma til Suðuroyar.
Valevnini eru eisini samd um, at Smyril skal sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroy, tí dag er tað soleiðis, at tað er væl betri ferðasamband ímillum Føroyar og umheimin, enn tað er ímillum Havnina og Suðuroy.
- Umframt prísin á ferðaseðlum, er túrtalalið við Smyrli ein fortreyt fyri menning og trivnaði.
Valevni vísa á, at tað eru trý ár síðani, at Løgtingið samtykti at javntseta ferðaseðlakostnaðin hjá øllum føroyingum, men enn er einki hent á økinum, hóast nettupp onki er so kappingaravlagandi fyri Suðuroy, sum akkurát prísurin á ferðaseðlum.
Prísurin á ferðaseðlum til fólk við ongum bili, er lækkaður 10 krónur, men hinvegin hevur Smyril mist ein túr um vikuna, so tað hevur gingið afturá, heldur enn framá, halda valevni í Suðuroy.










