Nigeriskir sjórænarar krevja góðar sjey milliónir krónur í loysigjaldi fyri seks útlendskar sjómenn, sum mannaðu eitt frálandaskip, sum sjórænararnir søktu at sunnudagin.
Sambært norska kringvarpinum er talan um skipið Armada Tuah 101 (myndin), sum felagið Century Group eigur. Tað var statt á oljuleiðini 40 fjórðingar úr nigerisku strondini, tá sjórænararnir lupu á. Nú krevja teir at fáa eina millión evrur fyri tríggjar ukrainar, tveir indarar og ein russara.
Eygleiðarar siga, at teir nigerisku sjórænararnir eru munandi meiri professionellir enn teir somalisku. Fáa teir loysigjaldið, verða gíslarnir latnir leysir.