Irakska ákæruvaldið krevur, at Kemiski Ali verður dømdur til deyða fyri fólkamorð. Kravið um deyðadóm kom, tá rættarmálið ímóti Kemiska Ali endaði í Bagdad í dag.
Kemiski Ali eitur í veruleikanum Ali Hassan al-Majeed, men hann fekk heitið Kemiski Ali, tá hann gav hermonnum sínum boð um at brúka kemisk vápn ímóti kurdunum.
Hann er nú ákærdur fyri fólkamorð ímóti júst kurdunum.










