Landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur kallað Kára á Rógvi, løgtingsmann floksins á fund í morgin at greiða frá, hví hann hevur tikið fleiri uppskot aftur.
Klokkan 10 í morginári skal Kári á Rógvi á fundi greiða landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum frá, hví hann hevur tikið fleiri uppskot aftur, sum hann hevur lagt fyri tingið.
- Í samband við tingviðgerðina, nú fleiri framløgd uppskot eru tikin aftur, hevur Kári á Rógvi, løgtingslimur, fingið innkalling frá Landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum um at koma á fund við Landsnevndina at greiða frá støðuni, sigur Heðin D. Poulsen, sum er limur í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum.










