?Karsten Hansen hugsar bara um pengar. Men hvat fyriferst í skúlanum, hevur hann ikki innlit í.
Tað sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hon sigur, at bara tað, at fíggjarmálaráðharrin sigur, at høvdu føroyskir lærarar fingið viðhald í sínum krøvum, høvdu teir havt styttri arbeiðstíð, enn lærarar í hinum Norðurlondum hava.
? Hetta er ikki satt, sigur hon. Tí veruleikin er, at fólkaskúlalærarar í hinum norðurlondum bæði hava færri undirvísingartímar og færri skúladagar enn teir í tí føroyska fólkaskúlanum,
? Einasta undantak eru danskir lærarar.
? Teir hava tveir arbeiðsdagar fleiri enn føroyskir lærarar. Men afturfyri hava teir færri undirvísingartímar um vikuna.
Formaðurin í lærarafelagnum sigur, at tað, sum fíggjarmálastýrið telur upp í arbeiðstíðina, er kanska, at í summum øðrum londum eru krøv sett til lærararnar um eftirútbúgvingar. Og har tað er galdandi, eru serligar avtalur við lærararnar um tað.
Hon sigur, at føroyskir lærarar hava onga avtalu um eftirútbúgvingar.
Hon nevnir afturat, at ein føroyskur lærarari tjenar í miðal nøkur túsund minni um mánaðin, enn ein danskur lærari ger.
Krevja ikki meir
Landsstýrismaðurin fýlist eisini á, at krøvini hjá lærarunum høvdi givið teimum eina lønarhækking upp á útvið 11%.
Og tað kann ikki góðtakast, tí tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum hinir lønarbólkarnir hava fingið.
Men hesum afturvísir formaðurin í lærarafelagnum.
?Vit krevja ikki meiri í løn enn tað, sum hini hava fingið.
? Men umframt lønina, krevja vit sjálvandi eisini tíð til at gera tað eyka arbeiðið, sum tann nýggja fólkaskúlalógin áleggur okkum, sigur Elsa Birgitta Petersen.
? Tað merkir, at vit mugu hava færri undirvísingartímar. Og avleiðingin av tí verður, at fleiri lærarar mugu setast í starv.
Hon sigur, at tað einasta, sum lærararnir krevja, er, at tann nýggja fólkaskúlalógin verður hildin, og at lærarar fáa stundir til at gera tað arbeiðið, sum tað krevst av honum.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at tann nýggja fólkaskúlalógin krevur einar 50 nýggjar lærarar.
? Tað hevði kostað um 18- 20 milliónir. Men tað er minni enn tær 23 milliónirnar, sum landsstýrið stjól frá okkum í fjør, sigur hon. (sí greinina omanfyri)
Men hon leggur afturat, at lærarafelagið hevur skotið upp, at tað verður sett í verk yvir tvey ár fyri at gera tað lættari at fíggja.
Men fíggjarmálastýrið er hvørki at høgga ella stinga í og tí ligga flestu skúlarnir nú lamnir. Og formaðurin í lærarafelagnum sigur, at partarnir eru ero langt frá vørjum øðrum, at hon fryktar fyri drúgvum arbeiðssteðgi.