Danski Fólkaflokkurin vil hava at vita, hví skattaborgararnir skuldu rinda 200.000 krónur fyri flogferðina hjá Anders Fogh Rasmussen til Turkalands seinasta sunudag Anders Fogh Rasmussen var farin frá sum forsætisráðharri, men valdi kortini at fáa eitt flogfar hjá donsku verjuni at flúgva seg til Istanbul, har hann skuldi hala røðu. Kostnaðurin fyri flogferðina var 200.000 krónur.
Danski Fólkaflokkurin heldur tað vera skeivt, at skattaborgarin skal rinda so nógv fyri eina flogferðina, tá Anders Fogh Rasmussen ikki var forsætisáðharri longur. Tí vil flokkurin hava eina frágreiðing um málið, og tað sama krevur Eindarlistin.
Bertel Haarder, kenslumálaráðharri, var eisini í flogfarinum til Istanbul. Hann fór sum alment umboð fyri Danmark, eftir sum Fogh var farin frá, sigur DR.