Ósemjan um nýggja vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, stendur við og versnar.
Hesar seinastu dagarnar hevur onki samband, sum kundi fingið glið aftur á málið, verið ímillum feløgini hjá teimum, sum skulu manna Brimilin og Fíggjarmálastýrið.
Einasta samband, sum hevur verið ímillum partarnar hevur tvørturímóti ført við sær, at ósemjan bara herðist.
Seinasta, sum Fíggjarmálastýrið tók var í farnu viku og tað var at steðga lønini hjá yvirmonnunum, sum skuldi sigla við Brimli.
-Tá ið teir ikki vilja arbeiða, kunnu teir heldur ikki fáa løn, segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Men formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen, sigur, at hetta hevur Fíggjarmálastýrið ikki rætt til.
-Hetta er ólógligt og tað lata vit ikki fara aftur við borðinum óátalað, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur, at t að er onki at ivast í, at Skipara- og Navigatørfelagið fer at krevja endurgjald frá Fíggjarmálastýrinum fyri at hava steðgað lønini.
- Menninir hava ikki noktað at gera tað arbeiðið, teir eru vanir at gera. Men tað er beinleiðis ólógligt at loysa eitt skip frá bryggju, fyrrenn sáttmáli er ímillum reiðaran og manningina. Og eina løgtingssamtykt kunnu vit heilt einfalt ikki bróta, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum.
-Vit bíða bara. So verður spennandi at vita, hvussu leingi Landsstýrið ætlar sær at bíða, men tað er so teirra avgerð, leggur hann afturat.