Tað hevur elvt til øði, at tveir trolarar úr Hetlandi fingu bót nú á páskum fyri at fiska ólógliga undir Føroyum og nú vilja teir vita, hvør hevur ábyrgdina av, at teir onki fingu at vita um, at talan var um eina stongda leið Skipararnir á teimum báðum hetlendsku trolarunum fingu 200.000 krónur í bót í part og í fiskimannafelagnum í Hetlandi eru tey í øðini, tí tey siga, at skipararnir fingu ongantíð at vita, at talan var um eina stongda leið.
Shetland News skrivar, at fiskimannafelagið í Hetlandi hevur tosað við ES myndugleikar fyri at staðfesta, hvør hevur skyldina av skipararnir ikki høvdu fingið boð um, at leiðin var stongd.
Í Føroyum hava hetlendingar fingið at vita, at føroyingar høvdu kunnað ES myndugleikar um at leiðin varð stongd í tríggjar vikur fyri at verja ungfiskin, men boðini komu so ongantíð víðari til skipararnar.
- Skipanin hevur svikið og tað er neyðugt at fáa greiði á, hvat er hent, skrivar Shetland News.
Tey siga, at hetta varð eitt dýrt mistak hjá hetlendsku trolarunum, tí umframt at fáa bót, máttu teir liggja við bryggju í tveir dagar og sostatt misti fiskurin í lastini virðið, tí hann eldist.
- Hetta er ein stórur missur fyri trolararnar, sum teir ikki hava ráð til. Vit fara sjálvandi at royna at fáa endurgjald, men fyrst mugu vit fáa greiði á, hvør hevur skyldina av, at trolararnir ikki fingu boð og so taka vit tað haðani frá, sigur hetlendska fiskimannafelagið við blaðið.
.