Eitt eskimoarahúski í Alaska vil hava endurgjald frá BP í sambandi við oljuleiting Eitt eskimoarahúski í Prudhoe Bay í amerikanska statinunm Alaska vil hava 1,1 milliard krónur í endurgjaldi frá oljufelagnum British Petroleum. Húskið sigur, at bretska oljufelagið hevur brúkt teirra jørð í 40 ár og vil nú hava pengar afturfyri.
BP og eskimoarahúskið høvdu eina avtaliu, men nú vil húskið vera við, at felagið breyt avtaluna, tá tað fór at bora eftir olju úti við strondina.
Men leiðslan í BP avsannar, at felagið hevur brotið avtaluna, og BP heldur seg tí ikki skylda húskinum nakað og í øllum førum ikki nær námind tað, sum eksimoarahúskið krevur.