Íslendingar ætla sær ikki at broyta nakað í handilssambandinum við Føroyar, skuldi tað hent, at landið fer upp í Evropasamveldið. Tvørturímóti leggur Ísland sera stóran dent á at varðveita verandi sambandi við Føroyar.
Tað kom fram, nú umboð fyri Ísland og ES hildu fund í vikuni um gongdina í samráðingunum um limaskap. Hesaferð snúði fundurin seg um samráðingarstøðu Íslands í viðurskiftunum við onnur lond, um landið kemur upp í ES. Tollreglur vóru eisini á skránni.
Sambært blaðnum Vísir hava íslendingar kravt at varðveita verandi handilssamband við Føroyar, sum byggir á Hoyvíkarsáttmálan, ið er tann rúmligasti fríhandilssáttmáli, sum Ísland hevur gjørt við nakað land.
Umframt at varðveita handilssambandið við Føroyar hevur Ísland krøv á ymsum økjum, eitt nú viðvíkjandi aling, landbúnaði og viðvíkjandi innflutningi av ráfiski til fiskavirking.
Limskapssamráðingarnar millum ES og Ísland eru býttar sundir í 33 greinar, og higartil hava íslendingar lagt fram síni sjónarmið um 24 teirra. Partarnir hava tingast um 18 greinar, og 10 teirra eru avgreiddar.
Sambært uttanríkisráðnum í Reykjavík verða samráðingar aftur seinni í ár.