Krevja at sleppa upp í part

Føroyingar vilja ikki lata sær lynda at fáa molarnar, ímeðan útlendingar fara við tí feita bitanum

Tað er óskiljandi, at føroyskar fyritøkur ikki sleppa upp í part.

Tað sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

Felagið tekur fult undir við Ráðgevarafelagnum, sum ikki vil góðtaka, at tað verða útlendingar, sum fara við arbeiðnum at gera størstu verkætlan í Føroya søgu, nevniliga Eysturoyartunnilin og  Sandoyartunnilin.

Tunlafelagið metir, at føroyskar fyritøkur hava ikki fíggjarligu styrkina at standa fyri eini so stórari verkætlan og tí er avgerð tikin um at lata norskar fyritøkur gera arbeiðið.  

 

Magnus Magnussen sigur, ag føroyskar fyritøkur megna  sum einki at standa fyri arbeiðnum og har tað er neyðugt, verður samstarvs skipað ímillum fleiri fyritøkur, eisini útlendskar.

 

- Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at við at fara til Noregs at leita eftir samstarvsfelaga at standa fyri byggingini, gongur tunlafelagið beint ímóti ynskinum frá politikarum.

 

Hann sigur, at tá ið politiska semjan varð gjørd um tunlarnar, vóru flokkarnir fullsamdir um at føroysk vinna skuldi framat at stýra verkætlanini

 

- Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera óskiljandi, at føroyska byggivinnan ikki so frægt sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið, tá ið almenni útbjóðingarpolitikkurin greitt ásetir, at tað almenna skal bjóða arbeiðir út.

 

- Magnus Magnussen heldur eisini, at tunlafelagið kolldømir øroyskar byggifyritøkur við síni fráboðan um, at føroyingar eru ov veikir at standa á odda fyri byggingini.

 

Men tað heldur ikki er sakligt, tí føroyskar fyritøkur tær væl stýra verkætlanini í samstarvi við útlendsk feløg og tann vegin veita neyðugar trygdir.

 

- Tunnilsfelagið, og tað almenna annars, skulu halda seg burtur frá at meta um, hvat vinnan er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at skapa forteytir við at skipa fyri útboðum og tryggja, at útboðini eru á føroyskum máli, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Hann heldur, at hugburðurin hjá tunlafelagnum er skeivur, tí felagið eigur at syrgja fyri, at føroysk feløg sleppa framat at stýra Føroya størstu byggiverkætlan, fyri at tær kunnu fáa virðismiklar royndir í sínum egna landi, so at tær eisini kunnu bjóða seg fram til stórar verkætlanir uttanlands.

 

- Føroyskir útbjóðarar skulu virka fyri, at føroysk vinna mennir seg, og soleiðis gerst uppaftur betri før fyri at fara út um landoddarnar.

 

- Tá útlendsk feløg stýra verkætlanum her, verða bara smáuppgávur til føroyingar at gera, og tað mennir ongan.

 

 

Les eisini: Tað er einki høpi í

 

 

- Vit krevja, at tunnilsfelagið vísir okkum álit og virkar fyri at geva føroyskari vinnu veruliga ábyrgd, sigur Magnus Magnussen.