Í kjalarvørrinum av málinum um Atlantic Navigator sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, at tað á ongan hátt undrar, at vinnan reagerar.
- Fiskimálaráðharrin kemur ferð eftir ferð við útmeldingum, sum bara øðrkymla vinnuna. Og er tað nakað, ið vinnan hevur brúk fyri, eru tað tryggir karmar, sigur Jørgen Niclasen.
Hann fílist serliga á, at Bjørn Kalsø eftir øllum at døma liggur í sjálvdrátti í flestu málum, og at fiskimálaráðharrin als ikki tryggjar sær politiskan meiriluta fyri teimum uppskotum, sum hann »sleingir út«.
- Tað er í heilum, at fiskimálaráðharrin leggur uppskot fram uttan at tryggja sær stuðul í politiska baklandinum. Og hetta skal steðgast. Vit fara at krevja, at samgonguskjalið verður hildið, og tað sigur týðiliga, at broytingar í fiskiskipanini skulu bert fara fram í samráð við vinnuna – og hetta hevur Bjørn Kalsø heilt ignorerað, sigur Jørgen Niclasen, sum eisini er framsøgumaður Fólkafloksins í fiskivinnumálum.
Hann heldur, at skinkluta støðan hjá fiskimálaráðharranum, har hann sleingir um seg í eyst og vest við útmeldingum av ymsum slag, rykkir teppið undan vinnuni. Og at reiðaríið hjá Atlantic Navigator nú hevur tikið støðu um at steðga við fiskiskapinum undir føroyskum flaggi, bara er ein avleiðing av ótryggu støðuni, sum vinnan er komin í orsakað framferðini hjá Bjørn Kalsø.
Tað stutta av tí langa er so, at Fólkaflokkurin sambært Jørgeni Niclasen ikki longur fer at finna seg í, at fiskimálaráðharrin letur hánt um samgonguskjalið, men tekur vinnuna við upp á ráð, um talan verður um broytingar, ið ávirka fiskivinnuskipanina.