Krevja at Russland letur Ukraina kjarnorkuverkið aftur

- Tað er púrasta burturvið at brúka økið kring kjarnorkuverkið Zaporizjzja til hernaðarendamál, siga 42 lond í einum boðum til Russland.

42 lond krevja nú, at Russland í stundini letur eftirlitið við kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, aftur til Ukraina.

 

Russiski herurin hevur hertikið verkið, og Ukraina hevur hartað Russland fyri, at landið brúkar økið kring verkið sum støð í krígnum.

 

- Tað er púrasta burturvið at brúka økið kring verkið til hernaðarendamál.

 

Tað siga tey 42 londini í boðunum til Russland um at lata Ukraina verkið aftur.

 

Londini, sum standa aftan fyri kravið, eru eitt nú londini í ES, saman við USA, Stórabretlandi, Noregi, Avstralia, Japan og Ný Sælandi.

 

Fleiri onnur lond standa eisini aftan fyri kravið.

 

Tað er NTB, sum í morgun ber hesi tíðindi, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur.