- Vit skulu lyftast, og tí skulu vit hava eina lønarhækking, sum munar.
Tað staðfestir Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava júst sagt sáttmálan við Føroyar Handverksmeistarafelag, upp.
Samstundis hevur felagið eisini sagt sáttmálan hjá Atlantic Workers Union, upp.Atlantic Workers Union er felagið hjá flogmekanikarunum og tey eru limir í Føroya Handverkarafelag.
Báðir sáttmálarnir ganga út 1. oktober.
Suni Simonsen staðfestir, at í ár eru handverkararnir í somu støðu, teir vóru í fyri tveimum árum síðani.
- Í samráðingunum í 2014 var útgangsstøðið, at lønirnar hjá handverkarunum skuldu upp, og at Føroya Handverkarafelag fór ikki longur at góðtaka at verða kroyst inn í ein karm, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag, ella onnur feløg, høvdu lagt saman við Arbeiðsgevarunum.
Hetta er ein lønarhækking, sum verður ásett í teimum fyrstu samráðingunum, sum aloftast eru við arbeiðarafeløgini, og sum allir aðrir sáttmálar, ið koma aftan á, mugu laga seg eftir, uttan í roynd og veru at hava nakra sum helst ávirkan.
Men tað, sum spurdist burtur úr ta ferðina, var, at lønin hækkaði tað sama sum hjá hinum feløgunum. Men samstundis var semja um, at sáttmálin hjá handverkarunum skuldi ganga út 30. apríl í ár, mai, ella samstundis sum at sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum gingu út.
Endamálið við tí var, at í ár skuldu arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgin skuldu samráðast í felag um nýggjar sáttmálar.
Men hetta var treytað av, at handverakrafeløgini og arbeiðarafeløgini í góðari tíð frammanundan høvdu megnað at finna sínamillum semju og skipa seg í eina felags samráðingarnevnd.
Men Suni Simonsen mátti ásanna, at royndin við felags samráðingum ikki bar á mál hesa ferð, tí feløgini kundu ikki semjast. Og tí gekk handverkarasáttmálin heldur ikki út 1. mai, men gongur út 1. oktober, sum vanligt.
- Tað var eitt stórt spell, at tað ikki eydnaðist fakfeløgunum at finna felags stev hesa ferð, sigur hann í eini fráboðan í dag.
- Fyri okkum merkir tað, at vit møta til samráðingar við okkara egnu krøvum og okkara egna karmi, leggur hann afturat.
- Fremsta fortreytin fyri samráðingunum hesa ferð, verður aftur, at vit byrja á blankum pappíri og ikki bara verða trýst inn í ein karm, sum vit onga ávirkan hava havt á, er greiði boðskapurin hjá Suna Simonsen
- Og lønirnar skulu sjálvsagt upp, so tað munar, leggur hann afturat.
- Vóru vit eftirbátar í 2014, eru vit enn verri fyri nú, tí gongdin í samfelagnum er batnað munandi síðani tá, og hjólini mala við fullari ferð. Og tí er tað greitt, at vit fara eftir einari lønarhækking, sum munar av álvara, sigur Suni Simonsen.










