Krevja almenna umbering frá løgtingsformanninum

- Vit krevja at fáa eina almenna frágreiðing og umbering í hesum máli uttan nakað uttanumtos eisini við staðiligari áheitan um, at formansskapurin vandar sær um, hvat løgtingsfólk kunnu sleingja um seg móti ósekum fólkum uttanfyri tinggátt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins í hvøssum brævi til løgtingsformannin

At okkara lóggávuvald verður umsitið við virðing og tign, eigur at vera sjálvsagt og bert á hendan kann borgarin taka tað arbeiðið, sum tingið ger til sín, sum eitt grundleggjandi støði í øllum lóggevandi samfelagsviðurskiftum og sum vit øll í seinasta enda verða fevnd av.
Løgtingið sjálvt førir eisini fram, at grundleggjandi fyri at kunna gera eitt dygdargott arbeiðið er, at karmarnir um arbeiðið hjá tinginum, mugu verða góðir og nøktandi, góð løn, trygg arbeiðsviðurskiftir, góð hølir o.a. og her verður sanniliga nýtt nógv orka.
Soleiðis átti hugburðurin hjá løgtinginum eisini verið, tá talan er um almennu umsitingini og tey fólk, sum starvast innan hesa. Og tað má verða eitt krav, at løgtingið vísir hesir fólkum virðing og sóma í teirra mangan torføra og krevjandi yrki.
Men her haltar mangan í ólukkumát!
Vit hava fleiri ferðir áður gjørt formannsskapinum vart við og kært til tykkara, tá tingfólk fáa mestsum fríar ræsur frá løgtingsins røðarapalli at leggja eftir og beinleiðis hunddálka almenn starvsfólk, uttan at formanskapurin sær út til at rætta hond frá síðu til í minsta lagi at átala slík álop.
Løgtingsfólk eru sjálvi væl og virðirliga vard innan tinggátt og kunnu siga og láta sum teimum lystir. Hvønn politiska boðskap hesi vilji hava fram í hvør sínum lagi, verður sjálvsagt teirra egna søk, men vit góðtaka ikki, at tey, fyri at náa hesum, eirindaleyst loypa á sakleys starvsfólk, sum gera sítt besta og leggja alla orku ís at fáa samfelag okkara virka dagliga, júst eftir fortreytum, sum lóggávuvaldið hevur stungið út í kortið.
Men enn einaferð vórðu vit vitni til, at løgtingsmaður hesuferð Kjartan Joensen fríggjadagin 11. august frá løgtingsins røðarapalli, á ein niðurgerðandi og ófatuliga grova hátt legði eftir almennun starvsfólkum og legði tey beinleiðis undir at skulka frá arbeiði, ikki verða til staðar har tey skulu, fara frá arbeiði tá teimum lystir og so sannliga eisini skuldsetti tey fyri at svika við sjúkrafráveruni. Harumframt legði hesin sami maður eftir læknunum og skuldsetti hesar beinleiðis at falsa við sjúkraváttanum til almenn starvsfólk.
Tað er lógartryggjaður rættur, at sjúkufrávera er lógligt forfall fyri at møta til arbeiðis og at almenn starvsfólk fá løn beinavegin undir sjúku, eru sáttmálavunnin rættindir, sum vit hava goldið fyri undir samráðingum. Hetta átti í øllum førum løgtingsfólk at vita!
Her er talan um sera álvarsamar og grovar skuldsetingar, men sum formansskapurin lat fara aftur við borðinum uttan nakað sum helst. Og tað beinleiðis skelkar okkum!
Vit ákæra tí formannskapin fyri ikki at røkja sínar skyldur á hesum øki!
Og er tað eitt sjálvsagt krav, at formannskapurin biður um almenna umbering mótvegis starvsfólkunum í almennari tænastu, fyri hesum grovu og niðrandi álopum frá nevnda løgtingsmanni. Og tað er eisini eitt krav at formansskapurin er nógv meira vakin , tá løgtingsfólk ikki kunnu bara sær við at loypa á fólk uttanfyri tinggátt, bert við tí endamáli at sníkja síni politisku hjartamál í gjøgnum.
Vit fara tí at endurtaka, at vit krevja at fáa eina almenna frágreiðing og umbering í hesum máli uttan nakað uttanum tos, eisini við staðiligari áheitan um at formansskapurin vandar sær um hvat løgtingsfólk kunnu sleingja um seg móti ósekum fólkum uttanfyri tinggátt. Vit góðtaka ikki at líkasælan ræður her ! Løgtingið eigur so sanniliga eisini at vísa almennum starvsfólkum virðing og viðurkenning!
Vit fara at biðja um at hetta skriv verður flýggjað øllum løgtingslimum, samstundis sum vit gera vart við at skrivið er sent øllum fjølmiðlum landsins.