krevja 9,2 milliónir í endurgjaldi frá fiskimálaráðnum

Menninir aftanfyri Sjóvinnudepilin í Havn, CMM, hava nú gjørt av at stevna Fiskimálaráðnum við kravi um 9,2 milliónir í endurgjaldi.

Tað gera teir Lassi Borðoy og Sjúrður Guðjónson púra greitt, nú samgongan hevur givið trygdarmiðstøðini í Klaksvík eina eykajáttan upp á 9 milliónir krónur og eisini hevur givið henni rakstrarjáttan á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Teir staðfesta, at hóast teir eru teir einastu, sum verða ávirkaðir av hesi eykajáttan, eru teir ikki hoyrdir í málinum og ei heldur vórðu teir kallaðir til fund í fíggjarnevndini at føra síni sjónarmið fram.

Teir vísa á, at fyrr í ár kom kappingarráðið til ta niðurstøðu at Fiskimálaráðið brýtur kappingarlógina um ráðandi støðu á marknaðinum, tá ið tað játta trygdarmiðstøðini í Klaksvík pening.

-Vit meta tí, at henda játtan, og eisini játtanin fyri 2010 til rakstur og íløgur, eru grovt brot á hesa avgerð. Tað sær ikki serliga gott út í einum demokratiskum landi, tá lóggevandi valdið ikki yvirheldur egnu lógir, siga Lassi Borðoy og Sjúrður Guðjónsson.


Teir staðfesta, at hetta málið hevur gjørt tað, at lánveitari teirra hevur sagt upp øll lán, soleiðis at virkið,av landsins myndugleikum, er tvingað at lata aftur, sum teir málbera seg í skrivi til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í sambandi.


- Okkara virkið skuldi annars vera eitt nýskapandi virkið innan sjóvinnuna og skuldi skapa avleitt virksemi í samband við FAS?skipanina.