Krevja 30 milliónir meiri í tilfeingisgjaldi

Tilfeingisgjaldið hækkar bæði á makreli og á sild


Landskassin skal hava 30 milliónir krónur inn í tilfeingisgjaldið afturat í ár.

Tað er samgongan samd um og tí er Løgtngið nú kallað saman aftur úr summarfrí at viðgera málið.

 

Í hesum sambandi hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka tilfeingisgjaldið á makreli úr 75 oyru, upp í eina krónu fyri kilo. Og samstundis skal gjaldið á norðhavssild hækkast úr 35 oyrum, upp í 50 oyru fyri kilo.

 

- Í sambandi við játtanarkarmarnar fyri 2014, sum Løgtingið tók undir við, mælti landsstýrið til at fremja eina skipan við eykaskatti á fiski- og alivinnu, sigur Jacob Vestergaard.

 

- Arbeiðsbólkurin fyri fiskivinnuna, sum hevur umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Føroya Reiðarafelag, er ikki komin á mál enn.

 

Men landsstýrismaðurin væntar, at eitt uppskot um eykaskatt á fiskivinnuna kann verða lagt fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015.

 

Tí er framvegis neyðugt at halda fast um eina skiftisskipan og uppskotið, sum nú er lagt fram, er ein partur av tí, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hetta hevur við sær, at allir reiðarar, tó undantikið heimaflotin,, sum fáa loyvi at fiska norðhavssild og makrel í ár, skulu rinda landskassanum hetta gjaldið fyri hvørt kilo av rundari vekt og tilsamans fer hetta at geva landskassanum einar 30 milliónir í inntøku afturat.

Fiskivinnuráðið, sum hevur sagt sína hugsan um uppskotið, staðfestir, at  endamálið við hækkaða gjaldinum einans at økja inntøkur landskassans.

 

- Tað er ikki rætt, at tað er tørvur landskassans, sum skal treyta tilfeingisgjaldið, heldur Ráðið.

 

Skal eitt gjald ásetast, eigur tað at verða gjørt eftir frammanundan kendum og sakliga ásettum treytum, men við hesum lógaruppskoti verða atlit ikki tikin til eitt nú ótryggu marknaðarstøðuna, útlitini til lækkandi marknaðarprís og, hvat vinnan megnar at rinda.