Kreppuval í Grikkalandi

Klokkan sjey í morgun kundu teir fyrstu griksku veljararnir fara í valhølið at manna tjóðartingið av nýggjum, og alt bendir á, at tað politiska landslagið verður eitt heilt annað, tá valhølini lata aftur. Valið er eitt kreppuval, men tað er als ikki vist, at tað fer at loysa nakra kreppu. Tvørturímóti kann tað elva til enn fleiri kreppur.

Ikki færri enn 32 flokkar stilla upp, teirra millum fleiri sokallaðir mótmælisflokkar, og tað politiska spennið er frá ytsta høgra til ytsta vinstra. Roknað verður við, at umleið 10 flokkar fáa umboð á ting, teirra millum tann nýfacistiski Hryssi Avgi.

Meiningakanningar hava víst, at teir báðir stóru flokkarnir, Pasok og Nýtt Demokrati, fáa ein rimmar kjaftfisk á valinum í dag. Fyrr hava flokkarnir fingið knappliga 80 prosent av atkvøðunum tilsamans, men eftir kanningunum fáa teir minni enn 40 prosent í dag.

Griksku valhølini lata aftur klokkan fimm seinnapartin okkara tíð.